Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | AT VERA FORELDUR

Hvussu hjálpir tú børnunum, um tey verða bangin av tíðindunum?

Hvussu hjálpir tú børnunum, um tey verða bangin av tíðindunum?

Alt samdøgrið ber tað til at síggja skakandi tíðindi við ógvisligum myndum í sjónvarpi, á telefon, teldli og teldu.

Og børnini fylgja við.

Hvussu kanst tú forða fyri, at børnini verða alt for ávirkað av ringum tíðindum?

 Hvussu verða børn ávirkað av tíðindunum?

  • Nógv børn verða skelkað, tá ið tey síggja syrgiligar hendingar í tíðindunum. Børn fortelja ikki altíð, hvussu tey hava tað. Men fyri tað kunnu tey vera skelkað av ræðandi tíðindum. * Tey fáa tað kanska uppaftur verri, um foreldrini gera for nógv av.

  • Børn kunnu misskilja tað, sum tey síggja í tíðindunum. Viðhvørt halda tey, at tað, sum tey hava sæð, fer at henda í teirra familju. Smá børn, sum síggja eina skelkandi hending fleiri ferðir, halda kanska, at hon endurtekur seg.

  • Børn skilja ikki altíð tað, sum tey síggja í tíðindunum. Tey vita ikki, at tíðindastovur liva av, at so nógv sum gjørligt hyggja at teirra sendingum, og at tær tí gera tíðindini ógvislig fyri at fáa fleiri at fylgja við.

 Hvat kanst tú gera, so barnið ikki fer at stúra for nógv?

  • Lat ikki børnini síggja og hoyra for nógv keðilig tíðindi. Tað merkir ikki, at børnini hjá tær skulu vera óvitandi um tað, sum hendir í heiminum. Men tey hava ikki gott av at hoyra ella síggja tey somu skakandi tíðindini aftur og aftur.

    „Onkuntíð tosa maðurin og eg aftur og fram um nøkur tíðindi uttan at hugsa um, hvussu nógv tað ávirkar børnini, sum av óvart hoyra okkum.“ – Maria.

    Meginregla í Bíbliuni: „Stúran er ein tung byrða“. – Orðtøkini 12:25, Contemporary English Version.

  • Lurta tolin, og vís at tú skilur barnið. Hevur barnið ikki hug at tosa um hendingina, kanst tú biðja tað tekna eina mynd av tí. Brúka orð, sum barnið skilur, tá ið tit tosa um hendingina, men lat vera við at tosa um óneyðugar smálutir.

    „Dóttirin sær út til at hava tað betri, tá ið vit hava sitið og lurtað eftir henni. Tað nyttar einki at siga: ’Soleiðis er tað nú, og tað mugu vit bara venja okkum við.’“ – Sarahi.

    Meginregla í Bíbliuni: ’Ver skjótur at hoyra, seinur at tala.’ – Jákupsbrævið 1:19.

  • Hjálp barninum at skilja tað, sum verður víst í tíðindunum. Til dømis kunnu tíðindini um, at onkur hevur rænt eitt barn, kanska ljóða sum, tað hendir nógv oftari, enn tað í veruleikanum ger. Fortel barninum, hvat tit gera fyri at ansa eftir tí. Minst eisini til, at tá ið nakað ógvisligt kemur í tíðindini, er tað sum oftast tí, tað er sjáldsamt – ikki tí, tað er vanligt.

    „Hjálp barninum at fáa skil á sínum kenslum. Kenslur koma ofta av tí, sum vit hugsa, so børnini fáa tað betri, viss vit fáa tey at hugsa um nakað positivt.“ – Lourdes.

    Meginregla í Bíbliuni: „Hjarta hins vísa ger munn hansara vitigan og leggur meiri og meiri lærdóm á varrar hansara.“ – Orðtøkini 16:23.

^ par. 4 Eitt tekin, um at smá børn eru bangin, kann vera, at tey pissa í song ella ikki tora at fara í skúla og vera burtur frá foreldrunum.