Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA

Hvussu hjálpir tú barninum at klára seg betur í skúlanum?

Hvussu hjálpir tú barninum at klára seg betur í skúlanum?

Sonur tín ella dóttir tín leggur einki í skúlan og tímir ikki at gera skúlating. Hvat verður úrslitið? Karakterirnir verða vánaligari, og tað verður atburðurin eisini. Hvussu kanst tú hjálpa barninum hjá tær at klára seg betur í skúlanum?

 Hvat skalt tú vita?

Trýst ger trupulleikan verri. Leggur tú trýst á barnið, kann tað hava við sær, at tað hvørki trívist í skúlanum ella heima. Fyri at sleppa undan hesum trýstinum fer barnið kanska at lúgva, fjala vánaligu karakterirnar, falsa tína undirskrift ella skulka. Og tað ger bara, at trupulleikin versnar.

At løna barninum kann hava øvuta ávirkan. Ein pápi, sum eitur Andrew, sigur: „Vit royndu at geva dóttrini hug at gera skúlating við at geva henni løn fyri góðar karakterir, men úrslitið var, at hon bara hugsaði um lønina. Tá ið hon fekk ringar karakterir, var hon meira kedd um, at hon onga løn fekk enn um ringa karakterin.“

Tað hjálpir ikki at geva lærarunum skyldina. Barnið hjá tær hugsar kanska, at tað ikki er neyðugt at gera sær ómak fyri at fáa góð úrslit. Tað gevur kanska øðrum skyldina fyri síni egnu mistøk og væntar, at onnur skulu loysa trupulleikarnar. Tá kann tað vera, at barnið ikki lærir at taka ábyrgd fyri sínar egnu gerðir, sum annars er ógvuliga umráðandi at duga sum vaksin.

 Hvat kanst tú gera?

Fá tamarhald á tínum kenslum. Um tú ert illur, skalt tú bíða við at tosa við barnið um karakterir. „Konan og eg hava fingið mest burturúr, tá ið vit hava verið rólig og roynt at seta okkum inn í støðuna hjá barninum,“ sigur ein pápi, sum eitur Brett.

Meginregla í Bíbliuni: Hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði.“ – Jákupsbrævið 1:19.

Finn orsøkina til trupulleikan. Orsakirnar, til at børn fáa vánaligar karakterir, eru ofta, at tey verða happað, hava skift skúla, eru bangin fyri at fara til roynd, hava trupulleikar í familjuni, sova ov lítið, at dagurin er óskipaður, ella at tey ikki fáa hugsavnað seg. Hugsa ikki alt fyri eitt, at barnið er dovið.

Meginregla í Bíbliuni: „Hvør tann, sum klókur er, fer fram við skili.“ – Orðtøkini 13:16.

Góðar lesiumstøður. Ger eina ætlan fyri, nær barnið skal gera skúlating. Syrg fyri, at barnið hevur eitt stað at gera skúlating, har tað ikki verður órógvað av til dømis sjónvarpinum ella telefonini. Být skúlatingini upp, so alt ikki skal gerast í einum, tí so fær barnið betur hugsavnað seg. Hector, ein pápi í Týsklandi, sigur: „Tá ið ein roynd nærkast, lesa vit eitt sindur saman hvønn dag í staðin fyri at bíða til í síðstu løtu.“

Meginregla í Bíbliuni: „Alt hevur stund sína.“ – Prædikarin 3:1.

Gev barninum hug at læra. Tá ið børn skilja, at tey longu kunnu brúka tað, tey læra, fáa tey nógv betri hug at ganga í skúla. Til dømis kann støddfrøði hjálpa teimum at halda skil á lummapengunum.

Meginregla í Bíbliuni: „Keyp vísdóm, keyp vit. ... Set hann høgt.“ – Orðtøkini 4:5, 8.

Prei: Hjálp barninum at gera skúlating, men ger tey ikki fyri barnið. Andrew viðgongur: „Dóttir okkara væntaði, at vit loystu uppgávurnar fyri hana; hon royndi slettis ikki sjálv.“ Tað er umráðandi at læra børnini at gera skúlating sjálv.