Far beinleiðis til innihaldið

Nær verður heimsins endi?

Nær verður heimsins endi?

Bíblian svarar

 Fyri at finna út av, nær heimsins endi verður, mugu vit skilja, hvussu orðið „heimur“ verður brúkt í Bíbliuni. Grikska orðið kosmos, sum vanliga verður umsett til „heimur“, vísir fyri tað mesta til mannaættina, serliga tey menniskjuni, sum ikki gera Guds vilja. (Jóhannes 15:18, 19; 2. Pætursbræv 2:5) Viðhvørt vísir kosmos til allan samfelagsstrukturin. – 1. Korintbræv 7:31; 1. Jóhannesarbræv 2:15, 16. a

Hvat er „heimsins endi“?

 Orðingin „heimsins endi“, sum stendur í nógvum bíbliuumsetingum, kann eisini verða endurgivin ’endin á tíðini’ ella ’endin á heimsskipanini’. (Matteus 24:3; New World Translation) Orðingin merkir ikki, at jørðin skal oyðileggjast, ella at øll menniskju verða fyribeind, men at núverandi samfelagsstruktururin fær ein enda. – 1. Jóhannesarbræv 2:17.

 Bíblian lærir, at „hini óndu verða týnd“, so tey góðu menniskjuni kunnu gleða seg um lívið á jørðini. (Sálmur 37:9-11) Henda týningin, ella oyðingin, fer fram í stóru trongdini, sum endar í Harmageddonkrígnum. – Matteus 24:21, 22; Opinberingin 16:14, 16.

Nær verður heimsins endi?

 Jesus segði: „Tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin – eingin uttan Faðirin.“ (Matteus 24:36, 42) Hann legði aftrat, at heimsins endi skuldi koma ein ’tíma mann ikki hugsaði’, altso óvæntað. – Matteus 24:44.

 Sjálvt um vit ikki vita dagin og tíman, vísti Jesus á eitt samansett tekin, ella eina røð av hendingum, sum hjálpa okkum at skilja, nær heimsins endi nærkast. (Matteus 24:3, 7-14) Bíblian nevnir hetta tíðarskeiðið „tíð endans“, ’endin’ og ’síðstu dagarnir’. – Dániel 12:4; Dahl/Viderø; 2. Timoteusarbræv 3:1-5.

Verður nakað eftir aftan á heimsins enda?

 Ja. Jørðin verður verandi, tí Bíblian sigur, at „hon vikast ikki í allar ævir“. (Sálmur 104:5) Og nógv fólk fara at búgva á jørðini, akkurát sum Bíblian lovar: „Sæl eru hini spakføru; tí tey skulu arva jørðina.“ (Matteus 5:5) Gud fer altso at gera tað, sum hann upprunaliga ætlaði.

a Grikska orðið aion verður eisini umsett til „heimur“ í summum bíblium. Tá ið aion verður endurgivið upp á tann mátan, hevur tað sama týdning sum kosmos, við tað at tað vísir til allan samfelagsstrukturin.