Far beinleiðis til innihaldið

Hvat er frelsa?

Hvat er frelsa?

Bíblian svarar

 Viðhvørt brúktu bíbliuskrivarar orðið „frelsa“, tá ið onkur bleiv bjargaður frá vanda. (2. Mósebók 14:13, 14; Ápostlasøgan 27:20) Men ofta vísir orðið til at verða bjargaður frá synd. (Matteus 1:21) Deyðin er ein avleiðing av syndini, og tí hava fólk, sum verða bjargað frá synd, vón um at liva í allar ævir. – Jóhannes 3:16, 17. a

Hvussu verður mann frelstur?

 Fyri at blíva frelstur má mann trúgva á Jesus og vísa sína trúgv við at fylgja hansara boðum. – Ápostlasøgan 4:10, 12; Rómbrævið 10:9, 10; Hebrearabrævið 5:9.

 Bíblian vísir, at ein livandi trúgv altíð hongur saman við gerðum, altso at mann livir eftir tí, sum stendur í Guds orði. (Jákupsbrævið 2:24, 26) Men hetta merkir ikki, at mann kann gera seg verdan til frelsu. Frelsan er ein gáva frá Gudi, sum er grundað á hansara náði, ella serligu góðvild. – Efesusbrævið 2:8, 9.

Eina ferð frelstur, altíð frelstur?

 Nei. Ein, sum er bjargaður frá at drukna, kann detta ella leypa útí aftur. Og ein, sum er bjargaður frá syndini, men ikki blívur við at vísa trúgv, kann missa frelsuna. Tí eggjar Bíblian teimum, sum eru blivin frelst, til „at berjast fyri trúnni“. (Judasarbrævið 3) Hon gevur eisini hesa áminningina: „Arbeiðið ... við ótta og bivan uppá frelsu tykkara!“ – Filippibrævið 2:12.

Er tað Gud ella Jesus, sum er frelsarin?

 Bíblian vísir, at frelsan fyrst og fremst kemur frá Gudi, og hon nevnir hann ofta frelsara. (1. Sámuelsbók 10:19; Esaias 43:11; Titusarbrævið 2:10; Judasarbrævið 25) Haraftrat brúkti Gud ymiskar menn til at bjarga ísraelsfólki í forðum, og Bíblian kallar teir „hjálparmenn“, ella frelsarar. (Nehemias 9:27; Dómararnir 3:9, 15; 2. Kongabók 13:5) b Og av tí at Gud læt Jesus ofra sítt lív fyri okkara syndir, rópar Bíblian eisini Jesus fyri frelsara. – Ápostlasøgan 5:31; Titusarbrævið 1:4. c

Verða øll frelst?

 Nei, ikki øll verða frelst. (2. Tessalonikabræv 1:9) Tá ið Jesus bleiv spurdur: „Harri, munnu tey vera fá, sum verða frelst?“ svaraði hann: „Stríðist fyri at koma inn um hitt tronga portrið! Tí mong, sigi Eg tykkum, skulu royna at koma inn og ikki kunna.“ – Lukas 13:23, 24.

Misskiljingar um frelsu

 Misskiljing: Øll verða frelst, tí í 1. Korintbrævi 15:22 stendur, at „øll verða gjørd livandi í Kristusi“.

 Sannroynd: Samanhangið vísir, at hetta ørindið snýr seg um uppreisnina. (1. Korintbræv 15:12, 13, 20, 21, 35) Tí merkja orðini „øll verða gjørd livandi í Kristusi“, at øll, sum verða reist upp, fáa hesa signingina gjøgnum Jesus. – Jóhannes 11:25.

 Misskiljing: Øll verða frelst, tí í Titusarbrævinum 2:11 (Dahl/Viderø) lesa vit um „frelsu fyri allar menniskjur“.

 Sannroynd: Í hesum ørindinum er orðið „allar“ umsett úr einum grikskum orði, sum eisini kann merkja „øll sløg“. d Altso merkja orðini í Titusarbrævinum 2:11, at Gud bjóðar øllum sløgum av menniskjum frelsu, tað vil siga menniskjum „av øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum“. – Opinberingin 7:9, 10.

 Misskiljing: Øll verða frelst, tí í 2. Pætursbrævi 3:9 stendur, at Gud ’ikki vil, at nakar skal fortapast’.

 Sannroynd: Gud vil, at menniskju skulu blíva frelst, men hann tvingar ongan at taka ímóti frelsuni. Dómadagur Guds fer millum annað at bera í sær, at „hini gudleysu menniskju ... ganga til grundar“. – 2. Pætursbræv 3:7.

a Bíblian sigur, at ein persónur ’er frelstur’, hóast hann enn ikki er bjargaður frá synd og deyða. – Efesusbrævið 2:5; Rómbrævið 13:11.

b Í fleiri umsetingum stendur ikki „frelsari“ í hesum ørindunum. Mann hevur í staðin valt orð sum „bjargari“, „útfríari“ og „hjálparmaður“. Men í upprunatekstinum til Hebraisku skriftirnar verður eitt og sama orð brúkt um ein frelsara, annaðhvørt talan er um Gud ella menniskju. – Sálmur 7:11.

c Navnið Jesus kemur av hebraiska navninum Jehosjua, sum merkir „Jehova er frelsa“.

dVine’s Complete Expository Dictionary of Old and New Testament Words. Tað sama grikska orðið verður brúkt í Matteus 5:11, har Jesus segði, at fólk fóru at siga „alt slag av“ illum um hansara lærisveinar. – International Standard Version.