Far beinleiðis til innihaldið

Hvat er Guds ríki?

Hvat er Guds ríki?

Bíblian svarar

 Guds ríki er ein stjórn, sum Jehova Gud hevur sett á stovn. Í Bíbliuni verður Guds ríki eisini nevnt „ríki Himmiríkis“, tí tað stjórnar úr himli. (Markus 1:14, 15; Matteus 4:17) Hetta ríkið minnir nokk so nógv um eina vanliga stjórn, men er nógv betri í allar mátar.

  •   Stjórnarar. Gud hevur sett Jesus Kristus sum kong í ríkinum og givið honum størri vald, enn nakar stjórnari á jørðini nakrantíð kann fáa. (Matteus 28:18) Jesus brúkar bara sítt vald til at gera gott; hann hevur longu prógvað, at hann er ein álítandi leiðari, sum hevur samkenslu við øðrum. (Matteus 4:23; Markus 1:40, 41; 6:31-34; Lukas 7:11-17) Undir Guds leiðslu hevur Jesus útvalt fólk úr øllum tjóðum at „vera kongar“ saman við sær í himli. – Opinberingin 20:6.

  •   Tíðarskeið. Mótsett stjórnum á jørðini, sum koma og fara, skal Guds ríki „í allar ævir ikki ... verða lagt í oyði“. – Dániel 2:44.

  •   Borgarar. Øll, sum gera eftir Guds boðum, kunnu gerast borgarar í Guds ríki, uttan mun til hvørja bakgrund tey hava. – Ápostlasøgan 10:34, 35.

  •   Lógir. Lógirnar (ella boðini) í Guds ríki banna ikki bara skeivum atburði. Tær menna eisini góða moralin hjá borgarunum. Til dømis sigur Bíblian: „’Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.’ Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men annað er hesum líkt: ’Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.’“ (Matteus 22:37-39) Kærleiki til Gud og næstan fær borgarar í Guds ríki at gera øðrum gott.

  •   Útbúgving. Guds ríki ásetur høgar normar, men lærir eisini sínar borgarar, hvussu teir kunnu liva upp til teir. – Esaias 48:17, 18.

  •   Endamál. Stjórnararnir í Guds ríki fara ongantíð at ráða yvir borgarunum til egnan fyrimun. Nei, teir fara at fremja Guds vilja, sum millum annað fevnir um, at tey, sum elska Gud, skulu sleppa at liva í allar ævir í einum paradísi á jørðini. – Esaias 35:1, 5, 6; Matteus 6:10; Opinberingin 21:1-4.