Far beinleiðis til innihaldið

Hvat er skarlaksreyða dýrið í 17. kapitli í Opinberingini?

Hvat er skarlaksreyða dýrið í 17. kapitli í Opinberingini?

Bíblian svarar

 Skarlaksreyða dýrið, sum verður lýst í 17. kapitli í Opinberingini, ímyndar tann felagsskapin, sum hevur til endamáls at sameina og umboða heimsins tjóðir. Fyrst ímyndaði dýrið Fólkasamgonguna, og nú ímyndar tað Sameindu tjóðirnar (ST).

Tað, sum eyðkennir skarlaksreyða dýrið

  1.   Tað er eitt politiskt fyribrigdi. Skarlaksreyða dýrið hevur ’sjey høvd’, sum sigast at umboða „sjey fjøll“ og „sjey kongar“, ella stjórnarveldi. (Opinberingin 17:9, 10) Í Bíbliuni ímynda fjøll og dýr ofta ríkisstjórnir. – Jeremias 51:24, 25; Dániel 2:44, 45; 7:17, 23.

  2.   Tað minnir um ta heimsumfatandi politisku skipanina. Skarlaksreyða dýrið líkist dýrinum í 13. kapitli í Opinberingini, sum hevur sjey høvd og umboðar politisku skipanina í heiminum. Bæði dýrini hava sjey høvd, tíggju horn og gudsspottandi nøvn. (Opinberingin 13:1; 17:3) At dýrini líkjast so nógv, kann neyvan vera av tilvild. Skarlaksreyða dýrið er ein mynd av, ella minnir um, politisku skipanina í heiminum. – Opinberingin 13:15.

  3.   Tað fær sítt vald frá øðrum. Skarlaksreyða dýrið „er av“ øðrum ríkisstjórnum og er til orsakað av teimum. – Opinberingin 17:11, 17, Dahl/Viderø.

  4.   Tað hevur samband við átrúnað. Í Opinberingini verður ein kvinna rópt „Bábylon hin stóra“, og hon ímyndar allan falskan átrúnað. Sagt verður um hana, at hon situr á skarlaksreyða dýrinum, og tað vísir, at átrúnaður hevur stóra ávirkan á dýrið. – Opinberingin 17:3-5.

  5.   Tað spottar Gud. Dýrið er „fult av nøvnum gudsspottanar“. – Opinberingin 17:3.

  6.   Tað er óvirkið eina tíð. Skarlaksreyða dýrið skuldi vera í „avgrundini“, a ella vera óvirkið, eina tíð. Men tað skuldi koma upp aftur. – Opinberingin 17:8.

Profetiin gongur út

 Niðanfyri sært tú, hvussu Sameindu tjóðirnar og Fólkasamgongan, sum var undan teimum, hava uppfylt profetiina í Bíbliuni um skarlaksreyða dýrið.

  1.   Tað er eitt politiskt fyribrigdi. ST stuðlar politisku skipanini við at varðveita „javnstøðu í fullveldi hjá øllum limaríkjunum“. b

  2.   Tað minnir um ta heimsumfatandi politisku skipanina. Í 2011 kom limaland nummar 193 við í ST. Við so nógvum limalondum sigur tað seg umboða meginpartin av heimsins tjóðum og fólkasløgum.

  3.   Tað fær sítt vald frá øðrum. ST er bara til, tí limalondini halda tí uppi, og tað hevur bara so nógv vald og so nógvan myndugleika, sum limalondini geva tí.

  4.   Tað hevur samband við átrúnað. Bæði ST og Fólkasamgongan hava altíð fingið stuðul frá heimsins átrúnaðum. c

  5.   Tað spottar Gud. ST varð stovnað fyri at „varðveita millumtjóða frið og tryggleika“. d Hóast meiningin er góð, spottar ST í veruleikanum Gud. Tað sigur seg nevniliga kunna gera nakað, sum bara Guds ríki kann gera. – Sálmur 46:10; Dániel 2:44.

  6.   Tað er óvirkið eina tíð. Fyri at varðveita friðin varð Fólkasamgongan sett á stovn stutt eftir fyrra heimsbardaga, men hon fekk ikki forðað fyri ófriði landanna millum. Hon datt niðurfyri, tá ið seinni heimsbardagi brast á í 1939. Í 1945, tá ið seinni heimsbardagi endaði, varð ST sett á stovn. Tað líkist Fólkasamgonguni heilt nógv í ætlanum, mannagongdum og bygnaði.

a Sambært Vine’s Expository Dictionary of Old and New Testament Words verður grikska orðið fyri „avgrund“ lýst sum eitt „markleyst dýpi“. King James Version skrivar „botnleysa avgrundin“ fyri hetta orðið. Í Bíbliuni vísir tað til eitt stað ella eina støðu, har mann er innistongdur og fullkomiliga óvirkin.

b Sí grein 2 í ST-sáttmálanum.

c Í 1918 kunngjørdi eitt kirkjuráð, sum umboðaði nógv protestantisk kirkjusamfeløg í USA, at Fólkasamgongan fór at vera „politiska svarið upp á Guds ríki á jørðini“. Í 1965 savnaðust fólk, sum umboðaðu buddismu, katólsku kirkjuna, ortodoksu kirkjuna, hinduismu, islam, jødadómin og protestantisku kirkjuna, í San Francisco fyri at stuðla og biðja fyri ST. Og í 1979 segði Jóhannes Páll II pávi, at hann vónaði, at ST altíð fór at vera „fremsti miðdepilin fyri frið og rættvísi“.

d Sí grein 1 í ST-sáttmálanum.