Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Guds navn og „Nýggja Testamenti“

Guds navn og „Nýggja Testamenti“

Guds navn og „Nýggja Testamenti“

GUDS NAVN stendur óvikað í Hebraisku Skriftunum, „Gamla Testamenti“. Hóast jødarnir so við og við hildu uppat at siga navnið, loyvdi teirra átrúnaðarliga ærufrykt teimum ikki at taka tað burtur tá teir gjørdu avrit av eldri bíbliuhandritum. Sostatt stendur Guds navn framvegis oftari í Hebraisku Skriftunum enn nakað annað navn.

Viðvíkjandi Kristnu griksku Skriftunum, „Nýggja Testamenti“, er støðan ein onnur. Í handritunum við Opinberingini (síðstu bókini í Bíbliuni) stendur Guds navn í stytta sniðinum „Jah“ (í orðinum „Halleluja“). Men annars stendur Guds navn ikki í einum einasta av teimum gomlu griksku handritunum vit í dag hava til bøkurnar í „Nýggja Testamenti“ frá Matteus-evangeliinum til Opinberingina. Vil tað siga at navnið heldur ikki eigur at standa har? Tað hevði verið undranarvert, tá vit hugsa um at Jesu lærusveinar viðurkendu tann týdning Guds navn hevur og at Jesus lærdi okkum at biðja um at Guds navn mátti verða halgað. Hvat hendi meðni?

Fyri at skilja tað ið hendi, mugu vit vita, at handritini sum vit í dag hava til Kristnu griksku Skriftirnar, ikki eru tey upprunaligu. Upprunaligu bøkurnar sum Matteus, Lukas og aðrir bíbliuskrivarar lótu úr hondum, vórðu nógv brúktar og skjótt slitnar upp. Tí vórðu tær avskrivaðar, og tá avskrivingarnar vóru um at vera slitnar upp, vórðu tær aftur avskrivaðar. Tað er natúrligt at tað gekk soleiðis, tí avskrivingarnar vórðu aloftast gjørdar fyri at tær skuldu brúkast, ikki fyri at tær skuldu goymast.

Í dag finnast slíkar avskrivingar av Kristnu griksku Skriftunum í túsundatali. Meginparturin av teimum er tó ikki vorðin til fyrr enn í fjórðu øld ella seinni. Hetta vísir á ein møguleika. Kundi tað hugsast at nakað hendi tekstinum áðrenn fjórðu øld sum førdi til at Guds navn ikki varð tikið við? Sannroyndirnar vísa at so var.

Navnið var har

Vit kunnu vera vís í at ápostulin Matteus brúkti Guds navn í evangeliinum hjá sær. Hví? Tí hann av fyrstan tíð skrivaði tað á hebraiskum. Í fjórðu øld greiddi Hieronymus, ið gjørdi latínsku Vulgata-umsetingina, frá: „Matteus, ið eisini æt Levi og sum frá at vera tollari gjørdist ápostul, hin fyrsti av øllum evangelistunum, skrivaði eitt evangelium um Kristus í Judea á hebraiska málinum . . . Hvør ið seinni umsetti tað til grikskt, er ikki nóg væl prógvað. Haraftrat er hebraiski teksturin varðveittur til okkara dagar á bókasavninum í Kesarea.“

Av tí at Matteus skrivaði á hebraiskum, er tað óhugsandi at hann ikki skuldi havt brúkt Guds navn, serstakliga tá hann tók upp eftir brotum í „Gamla Testamenti“ har navnið stóð. Men hinir ið annars skrivaðu seinasta partin av Bíbliuni, skrivaðu fyri einum heimsumfatandi lesaraskara á tátíðar altjóða málinum, grikskum. Teir tóku ikki upp eftir Hebraisku Skriftunum á upprunamálinum, men úr griksku Septuaginta-umsetingini. Eisini Matteus-evangeliið varð seinni umsett til grikskt. Mundi Guds navn standa í hesum griksku skriftunum?

Í dag finnast partar av Septuaginta-umsetingini sum stava heilt frá Jesu tíð, og vert er at leggja til merkis at í teimum stendur Guds persónliga navn. Verkið The New International Dictionary of New Testament Theology (bind 2, síða 512) greiðir frá: „Nýfunnir tekstir skapa iva um ta hugsanina at teir ið gjørðu LXX [Septuaginta], umsettu tetragrammið JHVH við kyrios. Tey elstu LXX-handritini (fragmentini) vit nú sleppa framat, innihalda tetragrammið skrivað við hebraiskum bókstøvum í grikska tekstinum. Henda sið førdu jødar ið seinni umsettu Gamla Testamentið í teimum fyrstu øldunum e. Kr., víðari.“ Annaðhvørt Jesus og lærusveinarnir lósu Skriftirnar á hebraiskum ella á grikskum, máttu teir altso koma fram á Guds navn.

Til hetta sigur George Howard, professari við lærda háskúlan í Georgia í USA: „Av tí at tann Septuaginta-útgávan sum hin nýtestamentliga kirkjan brúkti og tók upp eftir, innihelt Guds navn í hebraiska sniðinum, tóku teir nýtestamentligu skrivararnir uttan iva tetragrammið við i uppafturtøkum haðani.“ (Biblical Archaeology Review, mars 1978, síða 14) Við hvørjum rætti kundu teir gjørt øðrvísi?

Guds navn varð verandi í grikskum umsetingum av „Gamla Testamenti“ enn eina tíð. Í fyrstu helvt av aðru øld e.o.t. gjørdi hin jødiski trúskiftingurin Aquila eina nýggja umseting av Hebraisku Skriftunum til grikskt, og í henni týddi hann Guds navn við tetragramminum, skrivað við gomlum hebraiskum skriftteknum. Í triðju øld skrivaði Origenes: „Og í teimum mest nágreiniligu handritunum stendur NAVNIÐ við hebraiskum bókstøvum, tó ikki við nútíðar hebraiskum [bókstøvum], men teimum elstu ið finnast.“

So seint sum í fjórðu øld skrivaði Hieronymus í sínum inngangi til Sámuelsbøkurnar og Kongabøkurnar: „Og í ávísum grikskum bókum finna vit tann dag í dag Guds navn, tetragrammið [יהוה], skrivað við gomlum bókstøvum.“

Navnið verður koyrt burtur

Men í teirri tíðini hevði tað fráboðaða fráfallið tikið við, og hóast navnið stóð í ávísum handritum, varð tað minni og minni brúkt. (Matteus 13:24-30; Ápostlasøgan 20:29, 30) Sum fráleið vistu nógvir lesarar enn ikki hvat tetragrammið stóð fyri. Hieronymus sigur frá, at á hansara døgum „høvdu ávísir óvitandi persónar, av tí at hesir bókstavirnir líktust grikskum bókstøvum, tikið sær fyri at frambera teir ΠΙΠΙ [Pipi] tá teir funnu teir í grikskum bókum“.

Í nýggjari avritum av Septuaginta varð Guds navn koyrt burtur, og orð sum „Gud“ (Theosʹ) og „Harrin“ (Kyʹrios) vóru sett í staðin. Vit vita at tað gekk soleiðis, tí í dag finnast gomul Septuaginta-fragment har Guds navn er við í tekstinum, og nýggjari avrit av somu brotunum úr Septuaginta har Guds navn er horvið.

Tað sama má tí vera hent tekstinum til „Nýggja Testamentið“ ella Kristnu griksku Skriftirnar. George Howard professari sigur víðari: „Tá guddómliga navnið í hebraiska sniðinum varð tikið burtur og griksk bøtingarorð vórðu tikin framum í Septuaginta, varð navnið eisini beint burtur úr nýtestamentligum uppafturtøkum úr Septuaginta. . . . Ikki vardi leingi til heidningakirkjan misti tað guddómliga navnið burtur, uttan tá tað hómaðist í teimum styttu eftirgerðunum ella tá lærdir menn mintust tað.“

Meðan jødarnir bert lótu vera við at frambera Guds navn, eydnaðist tað altso tí fráfalnu kristnu kirkjuni at koyra navnið fullkomiliga burtur úr teimum griksku handritunum til báðar partar av Bíbliuni, og eisini úr bíbliuútgávum á øðrum málum.

Tørvurin á navninum

Seinni varð navnið, sum vit hava sæð, sett aftur í nógvar umsetingar av Hebraisku Skriftunum. Men hvussu var vorðið við Griksku Skriftunum? Bíbliuumsetarar eins væl og bíbliulesarar eru komnir til tað úrslit, at ávís brot í Kristnu griksku Skriftunum kunnu vera sera torskild um Guds navn ikki verður brúkt. Tá navnið verður sett aftur, gerst hesin parturin av innblástu Bíbliuni nógv greiðari og lættari at skilja.

Latið okkum sum dømi taka hesi orðini hjá Paulusi til rómverjar, sum tey standa skrivað í umseting Victor Danielsens, endurskoðaðu útgávuni frá 1974: „Tí ’hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.’“ (Rómbrævið 10:13) Hvørs navn skulu vit ákalla fyri at verða frelst? Av tí at Jesus ofta verður nevndur „Harrin“ og tað enntá verður sagt: „Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur,“ kundi ein trúð at tað var Jesus Paulus talaði um. — Ápostlasøgan 16:31.

Men tað var tað ikki. Undir Rómbrævinum 10:13 vísir umseting Victor Danielsens til Jóel 3:5 í Hebraisku Skriftunum. Blaða vit upp á hetta skriftstaðið, síggja vit at Paulus í royndum brúkar orðini hjá Jóel, sum sambært hebraiska grundtekstinum ljóða soleiðis: „Tá skal ein og hvør ið ákallar Jehova navn sleppa undan.“ (Jóel 2:32, Ny Verden-oversættelsen) Paulus talaði altso um at vit skuldu ákalla Jehova navn. Meðan vit sjálvandi mugu trúgva á Jesus, skilja vit altso at okkara frelsa er tætt knýtt at røttu virðingini fyri Guds navni.

Hetta dømið vísir hvussu burturbeiningin av Guds navni úr Griksku Skriftunum kann hava gjørt sítt til at nógv eftirhondini blandaðu Jesus og Jehova saman. Hetta var uttan iva ein týðandi orsøk til at tríeindarlæran kom upp!

Eigur navnið at verða sett aftur?

Hevur ein umsetari rætt at seta navnið aftur, tá vit hugsa um at tað, sum nú er, ikki stendur í nøkrum handriti? Ja, hann hevur. Tær flestu griksku orðabøkurnar viðurkenna at orðið „Harrin“ í Bíbliuni ofta vísir til Jehova. Til dømis upplýsir Robinsons A Greek and English Lexicon of the New Testament (prentað í 1859) í brotinum um grikska orðið Kyʹrios („Harrin“), at tað kann merkja „Gud sum ovasti Harrin og alheimsins fullveldisharri, vanliga í Septuaginta fyri tað hebraiska יהוה Jehova“. Tá Kristnu griksku Skriftirnar sitera úr Hebraisku Skriftunum, hevur umsetarin tí rætt at týða orðið Kyʹrios „Jehova“ allastaðni har Guds navn stendur í hebraiska tekstinum.

Hetta hava nógvir umsetarar gjørt. Í hvussu er síðan 14. øldina eru nógvar hebraiskar umsetingar av Kristnu griksku Skriftunum gjørdar, og tá umsetararnir eru komnir fram á sitat úr „Gamla Testamenti“ har Guds navn er at finna, hava teir í mongum førum kent seg noyddar at seta Guds navn í aftur tekstin. Úrslitið er at nógvar hebraiskar umsetingar av Kristnu griksku Skriftunum ella partar av teimum hava Guds navn.

Hetta fyridømið er fylgt í nógvum umsetingum til nútíðarmál, serliga í umsetingum sum trúboðarar hava gjørt. Nógvar útgávur av Griksku Skriftunum á afrikanskum, asiatiskum, amerikanskum og polynesiskum málum brúka dúgliga navnið Jehova, soleiðis at lesararnir lættliga kenna mun á hinum sanna Gudi og teimum følsku. Navnið kemur eisini fyri í útgávum á europeiskum málum.

Ein umseting ið við dirvi og fullari heimild hevur sett Guds navn í aftur tekstin, er Ny Verden-oversættelsen af De kristne græske Skrifter. Í hesari umsetingini, sum í løtuni er at fáa á 11 nútíðarmálum, harímillum á donskum, er Guds navn sett í aftur hvørja ferð Griksku Skriftirnar sitera frá einum broti úr Hebraisku Skriftunum har tað stendur. Navnið stendur til samans 237 ferðir í hesari umsetingini av Griksku Skriftunum.

Mótstøða móti navninum

Hóast nógvir umsetarar hava roynt at seta Guds navn aftur í Bíbliuna, hevur eitt átrúnaðarligt trýst altíð gjørt seg galdandi fyri at fáa tað burtur. Jødarnir lótu tað standa í sínum Bíblium, men noktaðu at frambera tað. Fráfallin kristin í aðru og triðju øld koyrdu tað burtur tá tey skrivaðu tey griksku bíbliuhandritini av, og lótu tað fara tá tey umsettu Bíbliuna til onnur mál. Umsetarar í nýggjari tíð hava eisini beint fyri tí, enntá tá teir hava grundað sína umseting á hebraiska grundtekstin, har tað stendur nærum 7000 ferðir. (Tað stendur 6973 ferðir í hebraiska grundtekstinum til Ny Verden-oversættelsen af De hellige Skrifter.)

Hvussu man Jehova meta tey ið taka hansara navn burtur úr Bíbliuni? Um tú vart rithøvundur, hvat hevði tú so hildið um ein ið gjørði sær stóran ómak fyri at koyra navn títt burtur úr bókini tú hevði skrivað? Teir umsetarar ið mæla ímóti at brúka navnið, annaðhvørt tað er av framburðartrupulleikum ella vegna jødiskan sið, kunnu samanberast við teir ið, sum Jesus segði, „síla mýggjabitið frá, men svølgja kamelin“. (Matteus 23:24) Teir taka ástoyt av ávísum smærri trupulleikum, men enda við at skapa ein uppaftur størri trupulleika — tá teir taka navnið á størsta persóninum í alheiminum burtur úr tí bókini hann hevur innblást.

Sálmaskaldið skrivaði: „Hvussu leingi, Gud, skal mótstøðumaðurin háða, fíggindin vanvirða navn Títt? — Í allar ævir?“ — Sálmur 74:10.

[Ramma á síðu 25]

Samsvarar „HARRIN“ við „Jehova“?

Við at koyra Guds persónliga navn burtur úr Bíbliuni og seta ein tittul sum „Harrin“ ella „Gud“ í staðin fyri, gera menn á nógvar mátar tekstin veikan og ófullfíggjaðan. Í summum førum kann tað føra til eina samanseting av orðum sum er uttan meining. Í fororðinum til Jerusalem-Bíbliuna stendur: „Tað er . . . avgjørt ein tautologi [tóm ella óneyðug endurtøka] at siga ’Harrin er Gud’, meðan hetta ikki ger seg galdandi í málberingini ’Jahve er Gud’.“

Aðrastaðni kann tað føra til eina ófullfíggjaða orðing. Í umseting Victor Danielsens lesa vit til dømis í Sálmi 8:10: „HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina!“ Her er tað ein týðiligur bati at seta navnið aftur í tekstin. Í umsetingini hjá Kalkar ljóðar versið: „Jehova, vor Herre, hvor herligt er dit Navn over hele Jorden.“

Í ávísum førum kann tað eisini skapa fløkju. Sálmur 110:1 verður í umseting Victor Danielsens týddur soleiðis: „HARRIN segði við Harra mín: ’Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg leggi fíggindar Tínar sum skammul fyri føtur Tínar!’“ Hvør talar við hvønn? Hvussu nógv greiðari er ikki týðingin: „Jehovas udsagn til min Herre lyder: ’Sæt dig ved min højre hånd indtil jeg lægger dine fjender som en skammel for dine fødder.’“ — Ny Verden-oversættelsen.

Tá vit býta „Jehova“ um við „Harrin“ beina vit haraftrat lutvíst fyri einum høvuðsmáli í Bíbliuni: Guds persónliga navni. Í The Illustrated Bible Dictionary (bind 1, síða 572) stendur: „Jahve er tá ið samanum kemur einasta ’navnið’ fyri Gud.“

Í The Imperial Bible-Dictionary (bind 1. síða 856) verður greitt soleiðis frá muninum millum „Gud“ (Elohim) og „Jehova“: „[Jehova] er í øllum førum eitt sernavn ið merkir hin persónligi Gud og einans hann, meðan Elohim meira hevur dám av einum felagsnavni ið vanliga, men ikki neyðturviliga ella hvørja ferð, merkir hin Allarhægsti.“

J. A. Motyer, rektari við Trinity College í Onglandi, leggur aftrat: „Tá vit lesa Bíbliuna, missa vit nógv um vit gloyma at hyggja aftur um bøtingarorðið [Harrin ella Gud] til Guds egna persónliga navn. Tá Gud segði tænarum sínum sítt navn hevði hann í hyggju at opinbera teimum sítt innasta lyndi.“ — Eerdmans’ Handbook to the Bible, síða 157.

Nei, tað ber ikki til at týða eitt sernavn við einum titli. Ein tittul kann aldri frambera alt týdningaríkidømið sum liggur í upprunaliga navni Guds.

[Ramma/myndir á síðu 26]

Á Ísrael-forngripasavninum í Jerúsalem er eitt Septuaginta-fragment (høgrumegin) úr fyrstu øld e.o.t., umfatandi Zakarias 8:19-21 og 8:23-9:4. Í tí er Guds navn skrivað fýra ferðir, tær tríggjar eru avmerktar her. Í alexandrinska handritinum (vinstrumegin), einari Septuaginta-útgávu ið er 400 ár yngri, er Guds navn í teimum somu versunum býtt um við KY og KC, styttingar av grikska orðinum Kyʹrios („Harrin“)

[Ramma á síðu 27]

John W. Davis, ið var trúboðari í Kina í 19. øld, grundgav soleiðis fyri at Guds navn átti at staðið í Bíbliuni: „Um Heilagi andin sigur Jehova eitt ávíst stað í hebraiska tekstinum, hví sigur umsetarin so ikki Jehova á enskum ella kinesiskum? Hvønn rætt hevur hann at siga: Her fari eg at brúka Jehova, og har fari eg at brúka eitt annað orð í staðin fyri? . . . Sigur nakar at dømi eru, har tað hevði verið skeivt at brúkt Jehova, so lat hann grundgeva fyri tí; próvbyrðin liggur á honum. Tað verður torført hjá honum, tí hann noyðist at svara hesum einfalda spurningi: Um tað í einum ávísum føri er skeivt at brúka Jehova í umsetingini, hví hevur tann innblásti skrivarin tá brúkt tað í frumritinum?“ — The Chinese Recorder and Missionary Journal, árgangur VII, Shanghai, 1876.

[Mynd á síðu 23]

Ny Verden-oversættelsen af De kristne græske Skrifter brúkar við góðari heimild Guds navn 237 ferðir

[Myndir á síðu 24]

Guds navn á Rundatorni;

á Christiansborg;

og á Frederiksborg slottinum