Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VAKNIÐ! Nr. 2 2018 | 12 góð ráð um familjulívið

12 góð ráð um familjulívið

Ofta hoyra vit um, hvussu ringt tað kann vera at fáa familjulívið at rigga í dag. Men hvat hjálpir teimum, sum fáa tað at rigga?

  • Talið á hjúnum, sum blivu skild í USA millum 1990 og 2015, tvífaldaðist hjá fólki yvir 50 og trífaldaðist hjá teimum yvir 65.

  • Nógv foreldur ivast í, hvussu tey skulu uppala síni børn. Nakrir serfrøðingar siga, at børn bara skulu hava rós, meðan aðrir siga, at tey skulu uppalast upp á ein strangan máta.

  • Nógv ung fara inn í vaksnamannalívið uttan ta vitanina, tey hava brúk fyri.

Men faktiskt …

  • kann hjúnabandið vera gott og varandi

  • kunnu foreldur uppala síni børn og samstundis vísa teimum kærleika

  • kunnu ung læra tað, sum tey hava brúk fyri í vaksnamannalívinum

Henda útgávan av Vaknið! vísir á 12 góð ráð um familjulívið.

 

1. Ábyrgdarkensla

Her eru trý prei, sum kunnu hjálpa hjúnafelagum at halda saman.

2. Samstarv

Virka tit meira sum sambúgvar enn hjúnafelagar?

3. Virðing

Hvat kanst tú siga og gera fyri at vísa hjúnafelaganum virðing?

4. Fyrigeving

Hvat kann hjálpa tær at lata mistøkini hjá hjúnafelaganum fara aftur við borðinum?

5. Samskifti

Trý góð ráð kunnu hjálpa tær at fáa betri samband við børnini.

6. Uppaling

Gevur tað børnunum lágt sjálvsvirði, tá ið foreldrini rættleiða tey?

7. Normar

Hvørjar normar skalt tú læra tíni børn?

8. Fyrimynd

Viss tú vilt hava børnini at gera tað, sum tú sigur, mást tú eisini sjálvur liva upp til tað.

9. Samleiki

Hvussu kunnu ung fólk halda fast við tað, sum tey trúgva?

10. Álit

At fáa foreldrini at líta á teg er ein týðandi partur av at blíva vaksin.

11. Arbeiðssemi

Viss tú lærir at vera arbeiðssamur, meðan tú ert ungur, kann tað gagna tær restina av lívinum.

12. Mál

Tú fært størri sjálvsálit og betri vinaløg, tá ið tú røkkur tínum málum, og tú verður eisini glaðari.

Fleiri góð ráð til familjuna

Ráðini í Bíbliuni kunnu hjálpa tær at fáa eitt gott hjúnaband og eitt gott familjulív.