Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

NUMMAR 3

Børn mugu læra at tola mótgang

Børn mugu læra at tola mótgang

HVAT VIL TAÐ SIGA?

Ein persónur, sum tolir mótgang, dugir at takkla trupulleikar og vónbrot. Tað er nakað, mann lærir gjøgnum royndir. Akkurát sum eitt barn ikki kann læra at ganga uttan at detta nakrar ferðir, kann mann heldur ikki koma ígjøgnum lívið uttan at fáa mótgang viðhvørt.

HVÍ ER TAÐ VIKTIGT?

Nøkur børn verða bæði kedd og skuffað, tá ið tey gera mistøk, fáa mótgang ella kritikk. Onnur geva fullkomiliga upp. Men børn eru noydd at skilja hetta:

Tá ið børn læra at tola mótgang, verður tað lættari hjá teimum at takkla tær ymisku avbjóðingarnar, sum koma í lívinum.

HVUSSU KUNNU TIT LÆRA BØRNINI AT TOLA MÓTGANG?

Tá ið okkurt hjá børnunum miseydnast.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Sjey ferðir fellur hin rættvísi – og kemur aftur á føtur.“ – Orðtøkini 24:16.

Tit kunnu hjálpa børnunum at finna út av, um ein trupulleiki hevur nakað upp á seg ella ikki. Hvussu reagera tey, viss tey til dømis ikki fáa so góðar karakterir í einari roynd? Kanska verða tey so skuffað, at tey siga: „Eg dugi einki!“

Tit kunnu læra børnini at tola meira av, viss tit hjálpa teimum at hugsa um, hvat tey kunnu gera betur næstu ferð. So læra tey at takkla trupulleikar og verða ikki so kedd og skuffað.

Men ansið eftir, at tit ikki loysa trupulleikarnar fyri børnini. Tað er betri at læra tey at loysa trupulleikarnar sjálvi. Tit kunnu spyrja sonin ella dóttrina: „Hvat kanst tú gera fyri at klára teg betur í einari líknandi roynd næstu ferð?“

Tá ið børnini fáa mótgang.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: ’Tit vita ikki, hvat fer at henda í morgin.’ – Jákupsbrævið 4:14.

Tað ber ikki til at vita alt, sum fer at henda í lívinum. Ein, sum er ríkur í dag, kann vera fátækur í morgin, og ein, sum hevur góða heilsu í dag, er kanska sjúkur í morgin. Bíblian sigur: „Tað er ikki vist, at hinir kviku vinna í kapprenningini, ella kapparnir í bardaganum, … tí tíðin, og hvussu alt vil til, tað bindur teir allar.“ – Prædikarin 9:11.

Sum foreldur gera tit sjálvandi alt, tit kunnu, fyri at verja tykkara børn. Men tað ber sjálvsagt ikki til at verja tey ímóti øllum tí keðiliga, sum kann henda í lívinum.

Tað er gott at hjálpa børnunum at takkla mótgang nú – til dømis viss onkur ikki vil vera vinur við tey longur, ella viss onkur í familjuni doyr. Tí so verður tað lættari hjá teimum at takkla onnur sløg av mótgangi, tá ið tey verða vaksin – til dømis viss tey missa arbeiðið ella fáa fíggjarligar trupulleikar.

Tá ið børnini fáa konstruktivan kritikk.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Lurta eftir ráðum … so tú kanst verða vísur til endan!“ – Orðtøkini 19:20.

Konstruktivur kritikkur skal ikki metast sum eitt álop, men sum ein hjálp til at rætta ein skeivan hugburð ella atburð.

Tá ið tit læra børnini at taka ímóti ráðum ella kritikki, er tað gott bæði fyri tey og fyri tykkum sum foreldur. Ein pápi, sum eitur John, sigur: „Viss tað, sum børnini gera skeivt, ongantíð fær avleiðingar, læra tey einki av tí. Tey fáa bara fleiri og fleiri trupulleikar, sum foreldrini mugu blíva við at loysa fyri tey. Og tað er hvørki gott fyri foreldrini ella børnini.“

Hvussu kunnu tit hjálpa børnunum at fáa nyttu av konstruktivum kritikki? Viss tey fáa kritikk frá einum lærara ella onkrum øðrum, mugu tit standa ímóti freistingini til at siga, at tað var órættvíst. Tit kunnu heldur spyrja tey:

  • „Hví heldur tú, at tú fekst kritikk?“

  • „Hvat kanst tú læra av tí?“

  • „Hvat fert tú at gera næstu ferð, tú ert í somu støðu?“

Tað er gott at minnast til, at konstruktivur kritikkur kann hjálpa børnunum bæði nú og seinni í lívinum.