Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

HØVUÐSEVNI | LYGNIR, SUM GERA TAÐ RINGT AT ELSKA GUD

Sannleikin kann fría teg

Sannleikin kann fría teg

Einaferð tá ið Jesus var í Jerusalem, tosaði hann um faðir sín, Jehova, og avdúkaði lygnirnar hjá trúarleiðarunum. (Jóhannes 8:12-30) Tað, hann segði tá, kann hjálpa okkum at finna út av, um tað, sum vit halda um Gud, er rætt. Hann segði: „Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.“ – Jóhannes 8:31, 32, Dahl/Viderø.

Tá ið Jesus segði: „Verða verandi í orði mínum,“ vísti hann, hvussu mann kann finna út av, um ein trúarlæra er sonn. Tá ið onkur sigur okkurt um Gud, kanst tú spyrja teg sjálvan: ’Hongur tað saman við tí, sum Jesus segði, og við restini av Bíbliuni?’ Tú kanst gera sum tey, ið hoyrdu Paulus tala. Tey „rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta [tað, sum tey hoyrdu] var so“. – Ápostlasøgan 17:11.

Marco, Rosa og Raymonde, sum øll blivu nevnd í fyrstu greinini í hesi røðini, rannsakaðu gjølla tað, sum tey trúðu upp á, tá ið tey kannaðu Bíbliuna saman við Jehova vitnum. Hvat fingu tey burturúr?

Marco: „Tann, sum undirvísti mær og konuni, brúkti Bíbliuna til at svara øllum okkara spurningum. Okkara kærleiki til Jehova vaks, og sum maður og kona føldu vit okkum eisini tættari knýtt at hvørjum øðrum.“

Rosa: „Fyrst helt eg, at Bíblian bara var ein bók við tonkum, sum menniskju høvdu gjørt sær um Gud. Men so líðandi fann eg út av, at Bíblian svaraði mínum spurningum. Nú er Jehova veruligur fyri mær, og eg líti á hann.“

Raymonde: „Eg bað Gud hjálpa mær at læra hann at kenna. Stutt aftaná fóru eg og maðurin at studera Bíbliuna. Endiliga lærdu vit sannleikan um Jehova! Vit blivu so glað, tá ið vit funnu út av, hvussu Gud í veruleikanum er.“

Bíblian avdúkar ikki bara lygnir um Gud. Hon sigur eisini sannleikan um, hvussu góður hann er. Bíblian er Guds innblásta orð, og hon hjálpir okkum at skilja, hvat Gud hevur givið okkum. (1. Korintbræv 2:12) Bíblian kann geva tær svar upp á, hví Gud skapti jørðina og okkum menniskju, og hvat fer at henda í framtíðini. Hví ikki kanna tað, sum hon sigur? Á jw.org undir „Bíblian og tú > Svar upp á bíbilskar spurningar“ finnur tú svar upp á nógvar av tínum spurningum. Tú kanst eisini biðja um eitt bíbliuskeið á heimasíðuni ella tosa við eitt Jehova vitni um tað. Viss tú gert tað, uppdagar tú heilt sikkurt, at tað er nógv lættari at elska Gud, enn tú helt.