Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

Tað eydnaðist mær til síðst

Tað eydnaðist mær til síðst
  • FØDDUR: 1953

  • HEIMLAND: AVSTRALIA

  • FORTÍÐ: BUNDIN AV PORNOGRAFI

BAKGRUND

Pápi mín flutti úr Týsklandi til Avstralia í 1949. Hann leitaði eftir arbeiði og búsetti seg í statinum Victoria. Har bleiv hann giftur við mammu míni, og eg bleiv føddur í 1953.

Nøkur fá ár seinni fór mamma at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum, og tí hoyrir Bíblian við til nakað av tí fyrsta, sum eg minnist frá mínum barnaárum. Men pápi mín hataði alt, sum hevði við Gud at gera. Hann var harðligur, og mamma ræddist hann. Hon bleiv tó við at kanna Bíbliuna í loyndum og elskaði tað, sum hon lærdi. Tá ið pápi ikki var heima, fortaldi hon systur míni og mær um tað, sum hon hevði lært. Hon fortaldi okkum um paradísið, sum skuldi koma á jørðini, og at vit kundu fáa eitt gott lív, viss vit gjørdu tað, sum Bíblian sigur. – Sálmur 37:10, 29; Esaias 48:17.

Tá ið eg var 18, flutti eg heimanífrá, tí pápi var so harðligur. Sjálvt um eg trúði tí, sum mamma hevði lært meg úr Bíbliuni, helt eg ikki, at tað hevði so stóran týdning, og tí livdi eg ikki eftir tí. Eg fór at arbeiða sum elektrikari í kolanámunum. Tá ið eg var 20, bleiv eg giftur. Trý ár seinni fingu vit okkara fyrsta barn, sum var ein genta, og tá fór eg aftur at hugsa um, hvat hevði størstan týdning í mínum lívi. Eg visti, at Bíblian kundi hjálpa okkum at fáa eitt gott familjulív, so eg fór at kanna Bíbliuna saman við einum, sum var Jehova vitni. Men kona mín kundi ikki torga Jehova vitni. Tá ið eg einaferð fór á møti hjá teimum, segði hon, at nú mátti eg velja – antin skuldi eg gevast at kanna Bíbliuna ella mátti eg flyta. Tað fekk meg at missa mótið, og eg kvetti sambandið við Jehova vitni. Seinni havi eg ofta angrað, at eg ikki gjørdi tað, sum eg visti var rætt.

Ein dagin vístu mínir arbeiðsfelagar mær nakrar pornografiskar myndir. Tað var spennandi, men eisini vamlisligt, og eg skammaðist og fekk skuldarkenslur. Eg visti, at tað var skeivt eftir Bíbliuni, og eg hugsaði, at Gud fór at straffa meg. Men eg bleiv við at hyggja at pornografi og bleiv at enda bundin av tí.

Tey næstu 20 árini kom eg longri og longri burtur frá tí, sum mamma hevði roynt at læra meg. Tað, sum eg hugdi at, sást aftur í mínum atburði. Eg var grovur í munninum og dámdi fúlar vittigheitir. Eg fekk eina sjúkliga áskoðan á sex. Sjálvt um eg enn var saman við konu míni, hevði eg aðrar við síðuna av. Ein dagin hugdi eg at mær sjálvum í speglinum og hugsaði: „Eg dámi teg ikki longur.“ Eg var farin at hata meg sjálvan.

Eg bleiv skildur frá konuni, og lívið hjá mær lá í sori. Eg bað inniliga til Jehova um hjálp. Tað var 20 ár síðani, at eg var steðgaður at kanna Bíbliuna, men nú byrjaði eg aftur. Tá ið hetta hendi, var pápi deyður, og mamma var blivin doypt sum Jehova vitni.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Eg var so langt úti og mátti broyta ótrúliga nógv, viss eg skuldi liva upp til tað, sum Bíblian lærir. Men hesa ferð skuldi einki forða mær í at fáa tann innara friðin, sum Bíblian lovar. Eg setti mær fyri, at eg ikki longur skuldi vera so illsintur og grovur í munninum. Eg skuldi hvørki ganga við konufólki, spæla um pengar, drekka meg fullan ella stjala frá mínum arbeiðsgevara longur.

Teir, sum eg arbeiddi saman við, skiltu ikki, hví eg endiliga skuldi broyta meg so nógv. Og í trý ár provokeraðu teir meg fyri at fáa meg at blíva sum fyrr. Viss eg gjørdi okkurt mistak og til dømis leyp framav ella segði okkurt ljót, vóru teir skjótir at rópa: „Hygg hasin gamli! Nú kenna vit teg aftur.“ Tað píndi meg virkuliga. Tað var sum alt, eg stríddist fyri, var til onga nyttu.

Arbeiðsplássið hjá mær var fult av pornografiskum tilfari, bæði prentaðum og elektroniskum. Arbeiðsfelagarnir sendu í heilum hvørjum øðrum pornografiskar myndir, akkurát sum eg plagdi at gera. Eg vildi ikki longur vera bundin av pornografi og stríddist fyri at sleppa burtur úr tí, men tað virkaði sum, at teir gjørdu alt, fyri at eg ikki skuldi klára tað. Eg bað tann bróðirin, sum kannaði Bíbliuna saman við mær, um hjálp. Hann lurtaði tolin, meðan eg fortaldi honum, hvussu eg hevði tað. Hann vísti mær fleiri ørindi í Bíbliuni, sum skuldu geva mær styrki at bróta vanan. Og hann segði eisini, at eg mátti blíva við at biðja Jehova um hjálp. – Sálmur 119:37.

Ein dagin kallaði eg allar mínar arbeiðsfelagar saman. Tá ið teir vóru komnir, bað eg teir geva tveimum av monnunum, sum vóru alkoholikarar, eina øl. Tá róptu teir: „Hvat hugsar tú fyri tær? Veitst tú ikki, at teir stríðast við at leggja av?“ Eg svaraði: „Jú, og tað geri eg eisini!“ Frá tí degnum skiltu teir, hvussu eg stríddist fyri at halda meg frá pornografi, og teir hildu uppat at plága meg.

Við nógvari hjálp frá Jehova vann eg at enda stríðið. Eg bleiv doyptur í 1999, og eg eri so glaður fyri, at eg fekk ein kjans aftrat.

Nú skilji eg væl, at Jehova hatar tað, sum mær dámdi so væl. Hann er sum ein góður pápi, ið roynir at verja meg ímóti øllum tí ringa, sum pornografi hevur við sær. Tað, sum stendur í Orðtøkunum 3:5, 6, er púra rætt. Har stendur: „Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.“ Tað, sum Bíblian sigur, hevur vart meg og givið mær eitt gott lív. – Sálmur 1:1-3.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Í dag livi eg eitt reint lív. Fyrr hataði eg meg sjálvan, men nú havi eg fingið sjálvsvirðing og frið í sinnið. Jehova hevur fyrigivið mær, og hann hjálpir mær hvønn einasta dag. Í ár 2000 bleiv eg giftur við Karolin, sum elskar Jehova líka nógv sum eg. Heimið hjá okkum er sum ein friðarlig oasa. Vit eru so glað fyri at hava eina stóra andaliga familju, sum er eyðkend av kærleika og góðum morali.