Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

VER VAKIN!

Ógvisligir skottilburðir skaka heimin – hvat sigur Bíblian?

Ógvisligir skottilburðir skaka heimin – hvat sigur Bíblian?

 Í juli 2022 hava fleiri ógvisligir skottilburðir verið kring heimin:

  •   „Tá ið tann kendasti politikarin í Japan [fyrrverandi forsætisráðharrin Shinzo Abe] bleiv dripin, vóru fólk í landinum púra skelkaði, og tað var restin av heiminum eisini, serliga tá ið hugsað verður um, at fá harðskapsbrotsverk eru í Japan, og at vápnalógin er sera strang.“ – 10. juli 2022, The Japan Times.

  •   „Fólk í Danmark eru í sjokk, eftir at ein maður hevur skotið og dripið trý fólk í eini handilsmiðstøð í Keypmannahavn.“ – 4. juli 2022, Reuters.

  •   „Suðurafrika: 15 deyð eftir skottilburð á einari barr í Soweto.“ – 10. juli 2022, The Guardian.

  •   „Í vikuskiftinum upp undir amerikanska tjóðardagin 4. juli blivu fleiri enn 220 fólk skotin til deyðis.“ – 5. juli 2022, CBS News.

 Kunnu vit vænta, at sovorðin harðskapur nakrantíð heldur uppat? Hvat sigur Bíblian?

Harðskapur fær ein enda

 Bíblian rópar tíðina, vit liva í, fyri teir ’síðstu dagarnar’, og hon sigur eisini, at nógv fólk skuldu vera kærleiksleys, harðlig og ógvislig hetta tíðarskeiðið. (2. Timoteusarbræv 3:1, 3) Hesin harðskapurin fær nógv at liva í ótta. (Lukas 21:11) Men Bíblian lovar, at harðskapur fær ein enda, og at fólk skulu kenna seg trygg og uppliva sannan frið. (Esaias 32:18) Hvussu kann tað lata seg gera?

 Gud beinir fyri teimum óndu og oyðileggur øll vápn.

  •   „Tey óndu skulu beinast burtur av jørðini.“ – Orðtøkini 2:22, New World Translation.

  •   „[Gud] ger enda á kríggi um alla jørðina; bogan brýtur Hann sundur, støkkir spjótið av, vagnarnar brennir Hann upp.“ – Sálmur 46:10.

 Gud fer at læra fólk at vera friðarlig, og soleiðis steðgar hann harðskapi.

  •   „Eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum; tí jørðin skal vera full av kunnskapi um HARRAN, eins og vatnið fjalir havsbotnin.“ – Esaias 11:9.

  •   Longu nú lærir Gud fólk um allan heimin at halda seg frá harðskapi og vápnum. Hann lærir tey so at siga at ’smíða svørð um til plógjørn og spjót til víngarðsknívar’. – Mika 4:3.

 Viss tú vilt vita meira um lyftini í Bíbliuni um ein tryggan heim, kanst tú lesa greinina „Er et liv uden frygt muligt?

 Viss tú vilt vita meira um, hvussu allur harðskapur fær ein enda, kanst tú lesa greinina „Fred på jorden til sidst!