Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Eitt heilt nýtt lív

Eitt heilt nýtt lív

Tak niður:

  1. 1. Eg livi í tómgongd,

    alt stendur í stað.

    Eg tæni Jehova

    sum altíð, við sama lag.

    Um hetta er nokk, er vert at hugsa um,

    eg kann snilt fáa annað og meir

    burtur úr lívinum.

    (NIÐURLAG)

    So eg fari í gongd, broyti her og har.

    Eg meti um alt, tað sum er og var.

    Í ókendum øki, á nýggjum veg,

    ver við mær, Jehova, eg líti á teg!

  2. 2. Víst krevur tað dirvi,

    tó síggi eg nú,

    tað gongur nógv betur,

    enn eg hevði viljað trúð.

    Eg royni so nógv nýtt, og eg tori væl.

    Fleiri dyr hava latið seg upp,

    og alt er mítt egna val.

    (NIÐURLAG)

    So nú leggi eg um, tí eg vil og skal,

    alt lívið er nýtt, men tað riggar væl.

    Í ókendum øki, á nýggjum veg,

    ver við mær, Jehova, eg líti á teg!

    (BRÚGV)

    Eg sá ikki fyri mær,

    at lívið kundi broytast,

    sat fastur í vananum,

    tað bar ikki til!

    Nú fyrstani síggi eg,

    at broytingin gav gleði.

    Eg bønaði Gud um hjálp,

    hann gav mær trúgv og mót.

    (NIÐURLAG)

    Ja, eg broyti so hvørt, mest sum dag um dag.

    Við tínari hjálp fekk eg nógv í lag.

    Í ókendum øki, á nýggjum veg,

    har sá eg, Jehova, tú signaði meg.

    (NIÐURLAG)

    Ja, eg fari í gongd, broyti her og har.

    Eg meti um alt, tað sum er og var.

    Í ókendum øki, á nýggjum veg,

    ver við mær, Jehova.

    (NIÐURLAG)

    So nú leggi eg um, tí eg vil og skal,

    alt lívið er nýtt, men tað riggar væl.

    Í ókendum øki, á nýggjum veg,

    ver við mær, Jehova, eg líti á teg,

    líti á teg.