Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 122

Vit mugu øll standa stinn!

Vit mugu øll standa stinn!

(1. Korintbræv 15:58)

  1. 1. Ófriður valdar í dømdari verð,

    vónloysi eyðkennir menniskjans ferð.

    Harðført er rákið, men vit standa sterk,

    fremja í trúnni Guds verk.

    (NIÐURLAG)

    Verja vit hjarta og sinn,

    kunnu vit øll standa stinn.

    Trúgv og álit á Gud

    leiðir til lívið inn.

  2. 2. Freistingar heimsins, ið bjóða seg til,

    krevja, at vit hava dirvi og skil.

    Halda vit fast við Guds orð, sum er satt,

    beinir hann okkum á rætt.

    (NIÐURLAG)

    Verja vit hjarta og sinn,

    kunnu vit øll standa stinn.

    Trúgv og álit á Gud

    leiðir til lívið inn.

  3. 3. Gudi vit tæna av hjarta og sál,

    bara við honum vit koma á mál.

    Fegin og áhaldin siga vit frá

    lyftunum, vit líta á.

    (NIÐURLAG)

    Verja vit hjarta og sinn,

    kunnu vit øll standa stinn.

    Trúgv og álit á Gud

    leiðir til lívið inn.

(Les eisini Luk. 21:9; 1. Pæt. 4:7.)