Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 125

Tey miskunnsomu eru sæl

Tey miskunnsomu eru sæl

(Matteus 5:7)

  1. 1. Jehova miskunnsamur er,

    hann gleðist um ta góðu gerð.

    Tað, okkum tørvar, gevur hann,

    í neyðini hann hjálpa kann.

    Jehova hoyrir stilla bøn

    og lovar okkum ríka løn.

    Vit vita, um vit eru veik,

    Guds miskunn okkum aldri sveik.

  2. 2. Tá syndin yvir okkum vann,

    og vit um náði biðja hann,

    so vísir Jesus okkum á

    ta bøn, ið ikki gloymast má:

    ’Gud, fyrigev, eg biði teg,

    tú sært, tað sama royni eg.’

    Vit sissast tá so við og við

    og fáa aftur sálarfrið.

  3. 3. Vit geva gávur hjartans glað,

    um eingin gevur far um tað,

    tí vinstra hond veit ikki av,

    hvat høgra hond í loyndum gav.

    Úr himli varnast Gud tó alt

    og lønir aftur hundraðfalt.

    Av royndunum vit vita væl,

    tey miskunnsomu eru sæl.

(Les eisini Matt. 6:2-4, 12-14.)