Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 153

Gev mær dirvi

Gev mær dirvi

(2. Kongabók 6:16)

  1. 1. Víða um er ótti,

    fólk ivast her í verð.

    Men Jehova, tú ert við mær,

    tú tryggjar mína ferð.

    Tungar løtur veit eg,

    at tú ert mær í nánd,

    at tú altíð trúgvur varðar

    mítt lív í tíni hond.

    (NIÐURLAG)

    Jehova, lat upp eyga mítt

    og vís mær alt títt lið.

    Vís mær, Gud, at vit eru fleiri

    enn tey, vit stríðast við.

    Dirvi, gev mær dirvi,

    so eg kann halda á.

    Mín Gud, eg veit, tú sigrar,

    sum orðið sigur frá.

  2. 2. Tá vit stundum óttast

    og kenna okkum smá,

    ert tú kletturin og borgin,

    vit altíð líta á.

    Hjálp mær, gev mær dirvi!

    Hvør steðgar tíni hond?

    Einki portur, einki fongsul,

    ei heldur deyðans bond.

    (NIÐURLAG)

    Jehova, lat upp eyga mítt

    og vís mær alt títt lið.

    Vís mær, Gud, at vit eru fleiri

    enn tey, vit stríðast við.

    Dirvi, gev mær dirvi,

    so eg kann halda á.

    Mín Gud, eg veit, tú sigrar,

    sum orðið sigur frá.

    (NIÐURLAG)

    Jehova, lat upp eyga mítt

    og vís mær alt títt lið.

    Vís mær, Gud, at vit eru fleiri

    enn tey, vit stríðast við.

    Dirvi, gev mær dirvi,

    so eg kann halda á.

    Mín Gud, eg veit, tú sigrar,

    sum orðið sigur frá.

    Mín Gud, eg veit, tú sigrar,

    sum orðið sigur frá.