Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 3

Tú ert styrkin og vónin, vit líta á

Tú ert styrkin og vónin, vit líta á

(Orðtøkini 14:26)

  1. 1. Gud Jehova, tú gavst vónina,

    sum er so dýrabar.

    Gævi øll tí góvu gætur

    og fingu skjól hjá tær.

    Men av lívsins mongu stúranum

    so kann lívið skifta dám,

    og tann vón, ið skein so fagurt,

    í huganum gerst kám.

    (NIÐURLAG)

    Tú ert styrkin og vónin,

    vit líta á,

    tú nøktar alt trot, allan tørv.

    Tá vit boða um teg,

    er tín andi hjá,

    og tá kunnu vit vitna djørv.

  2. 2. Hygg í hjørtuni, Jehova Gud,

    minn altíð okkum á,

    at vit mangan høvdu løtur,

    har tú gavst troyst og ráð.

    Tá er lætt at styrkja vónina,

    kveikja lív, har kólnað er,

    fáa mót at bera navn títt

    og prísa tíni gerð.

    (NIÐURLAG)

    Tú ert styrkin og vónin,

    vit líta á,

    tú nøktar alt trot, allan tørv.

    Tá vit boða um teg,

    er tín andi hjá,

    og tá kunnu vit vitna djørv.