Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 59

Lovsyngið Jah!

Lovsyngið Jah!

(Sálmur 146:2)

  1. 1. Lovsyngið Jah!

    Hevjið hann hátt,

    hann gevur menniskjum alt, ið er gott.

    Kærleika Guds

    hava vit sæð,

    at hann er alvaldur, sanna vit glað.

    Komið og syngið eitt fagnaðarlag!

  2. 2. Lovsyngið Jah!

    Hann hoyrir bøn,

    eyðmjúkum gevur hann ríkliga løn.

    Kærleikans Gud

    ongantíð sveik,

    hann gevur megi, har vit eru veik.

    Prísið Guds navni til ljómandi leik!

  3. 3. Lovsyngið Jah!

    Gud, ið er nær,

    troystar og gevur tí neyðstadda far.

    Hann dregur móð

    tætt í sín favn,

    leiðir alt fólk sítt í tryggastu havn.

    Komið og dýrmetið Guds stóra navn!