Far beinleiðis til innihaldið

Hví halda Jehova vitni ikki ávísar høgtíðir?

Hví halda Jehova vitni ikki ávísar høgtíðir?

 Hvussu gera Jehova vitni av, um tey skulu halda eina ávísa høgtíð?

 Áðrenn Jehova vitni gera av, um tey skulu halda eina høgtíð ella ikki, ráðføra tey seg altíð við Bíbliuna. Summar høgtíðir eru heilt greitt í stríð við tað, sum Bíblian lærir. Teimum taka Jehova vitni ikki lut í. Viðvíkjandi øðrum høgtíðum tekur hvørt einstakt Jehova vitni sína egnu avgerð, men roynir „altíð at hava óskadda samvitsku fyri Gudi og menniskjum“. – Ápostlasøgan 24:16.

 Niðanfyri eru nakrir spurningar, sum Jehova vitni hava í huga, tá ið tey gera av, um tey vilja halda ein høgtíð. a

  •   Er høgtíðin knýtt at eini óbíbilskari læru?

     Bíbilsk meginregla: „Farið ... út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum,“ sigur Jehova, „og nemið einki óreint!“ – 2. Korintbræv 6:15-17.

     Fyri at ’skilja seg frá’ eini læru, sum andaliga sæð er órein – altso ikki er í samsvari við tað, sum Bíblian sigur – halda Jehova vitni ikki høgtíðir, ið hava hesi eyðkenni:

     Høgtíðir, sum hava sín uppruna í trúnni á ella dyrkanini av øðrum gudum. Jesus segði: „Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.“ (Matteus 4:10) Jehova vitni taka hesa áminningina í álvara og halda tí hvørki jól, páskir ella 1. mai b, av tí at hesar høgtíðirnar hava uppruna í dyrkanini av øðrum gudum enn Jehova. Og tey taka heldur ikki lut í høgtíðum sum hesum:

    •  Kwanzaa. Hetta navnið „kemur av orðunum matunda ya kwanza á svahiliskum, sum merkja ’fyrsta fruktin’, og [tað] sipar til, at høgtíðin hevur sínar røtur í teimum fyrstu heystveitslunum, sum eru nevndar í afrikanskari søgu“. (Encyclopedia of Black Studies) Summi meta ikki Kwanzaa sum eina átrúnaðarliga veitslu, men Encyclopedia of African Religion samanber hana við eina afrikanska veitslu, har frumgróðurin „verður ofraður gudunum og forfedrunum sum takk“. Uppslagsbókin leggur aftrat: „Sama ynskið um at takka forfedrunum fyri lívið setur sín dám á afroamerikansku høgtíðina Kwanzaa.“

      Kwanzaa

    •  Mánahøgtíð ella heystveitsla. Ein „høgtíð til æru fyri mánagudinnuna“. (Holidays, Festivals, and Celebrations of the World Dictionary) Ein partur av hátíðarhaldinum er eitt ritual, har „kvinnurnar í húsinum níga fyri gudinnuni“. – Religions of the WorldA Comprehensive Encyclopedia of Beliefs and Practices.

    •  Nauruz (Nowruz). „Partar av høgtíðini stava av fyrstan tíð frá soroastrianismuni, og hátíðarhaldið er ein av teimum heilagastu døgunum í gamla soroastrianska kalendaranum. ... Serstakliga Middagsandin, kendur sum [Rapithwin], sum fólk trúðu varð noyddur undir jørðina av Vetrarandanum teir køldu mánaðirnar, varð eftir soroastrianskari siðvenju boðin vælkomin aftur við hátíðarhaldi á middegi nowruzar-dag.“ – United Nations Educational, Scientific and Cultural Organization.

    •  Shab-e Yalda. Henda høgtíðin fyri vetrarsólstøðuni er, sambært bókini Sufism in the Secret History of Persia, „avgjørt knýtt at dyrkanini av Mithra“, gudi ljóssins. Hildið verður eisini, at høgtíðin kann setast í samband við dyrkanina av teimum rómversku og griksku sólgudunum. c

    •  Thanksgiving Day. Á sama hátt sum Kwanzaa hevur henda høgtíðin røtur í gomlum heystveitslum fyri ymiskum gudum. Sum frá leið „tók kristna kirkjan eisini við hesum gomlu siðunum“. – A Great and Godly AdventureThe Pilgrims and the Myth of the First Thanksgiving.

     Høgtíðir, sum eru grundaðar á pátrúgv ella trúnna á eydnuna. Bíblian sigur, at tey, sum „reiða borð fyri eydnudísini [ella: eydnugudinnuni]“, eru millum tey, sum venda Jehova bakið. (Esaias 65:11, Dahl/Viderø) Tí halda Jehova vitni ikki hesar høgtíðir:

    •  Ivan Kupala. „Vanliga fatanin er tann, at náttúran á [Ivan Kupala] er full av gandamegi, sum tú kanst fáa fatur á, um tú ert djarvur og hevur eydnuna við tær,“ sigur bókin The A to Z of Belarus. Av fyrstan tíð var hetta ein heiðin høgtíð fyri summarsólstøðuni. Men sum Encyclopedia of Contemporary Russian Culture sigur, so „varð hon, eftir at heidningar høvdu tikið við kristnari trúgv, blandað saman við kirkjuligu høgtíðini [jóansøku, sum verður hildin til minni um Jóhannes doypara]“.

    •  Mánanýggjár (kinesiskt ella koreanskt nýggjár). „Hesa tíðina av árinum hugsa familjur, vinir og skyldfólk mest um at tryggja sær, at árið verður gott, at heiðra gudar og andar og at ynskja hvørjum øðrum góða eydnu í árinum, sum kemur.“ (Mooncakes and Hungry GhostsFestivals of China) Á sama hátt „er koreanska nýggjárið sett saman av forfedradyrkan, ritualum til at reka út illar andar og tryggja góða eydnu í nýggja árinum, og spádómum til at meta um, hvat tað komandi árið gevur lyfti um“. – Encyclopedia of New Year’s Holidays Worldwide.

      Kinesiskt nýggjár

     Høgtíðir grundaðar á trúnna á, at sálin er ódeyðilig. Bíblian sigur klárt og greitt, at sálin kann doyggja. (Ezekiel 18:4, Dahl/Viderø) Tí halda Jehova vitni ikki høgtíðirnar niðanfyri, sum eru grundaðar á trúnna á, at sálin er ódeyðilig:

    •  Alrasálnadag (dagur teirra deyðu). Sambært New Catholic Encyclopedia er hetta ein dagur, sum verður hildin „til minni um øll tey trúføstu deyðu“. Uppslagsbókin sigur eisini: „Alla miðøldina var vanliga fatanin tann, at sálirnar í reinsanareldinum henda dagin kundu vísa seg sum spøkilsir, heksir, paddur o.s.fr. fyri fólkum, sum høvdu gjørt teimum órætt gjøgnum lívið.“

    •  Qingmingveitsla (Ching Ming) og veitsla fyri svongu andunum. Hesar báðar høgtíðirnar verða hildnar til æru fyri forfedrarnar. Bókin Celebrating Life Customs Around the WorldFrom Baby Showers to Funerals sigur, at fólk, sum hátíðarhalda Ching Ming, „brenna mat, drekka og pappírspengar fyri at tryggja, at tey deyðu hvørki ganga svong ella tyst ella mangla pengar“. Bókin sigur eisini, at „allan tann mánaðin, veitsla verður hildin fyri svongu andunum, og serstakliga ta náttina fullmáni er, [trúgva luttakararnir], at sambandið millum tey deyðu og tey livandi er sterkari enn nakra aðra nátt, og tí ræður bæði um at blíðka tey deyðu og æra forfedrarnar“.

    •  Chuseok. Á hesi høgtíðini, sigur The Korean Tradition of Religion, Society, and Ethics, „ofra fólk mat og vín til sálir teirra deyðu“. Ofrini bera boð um „eina trúgv á, at sálirnar framhaldandi eru til, eftir at kropparnir eru deyðir“.

     Høgtíðir við okkultum uppruna. Bíblian sigur: ’Eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst, eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum, má vera hjá tær. Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd.’ (5. Mósebók 18:10-12) Fyri at halda seg frá allari okkultismu – eisini stjørnuspáfrøði – halda Jehova vitni hvørki halloween ella nakra av hesum høgtíðunum:

    •  Singalesiskt og tamilskt nýggjar. „Til tey siðbundnu ritualini í sambandi við hesi hátíðarhaldini ... hoyrir at gera nakað ávíst akkurát ta tíðina, sum sambært stjørnuspámonnum er eydnuberandi.“ – Encyclopedia of Sri Lanka.

    •  Songkran. Navnið á hesi asiatisku høgtíðini „stavar frá einum orði á sanskrit, sum merkir ’flyting’ ella ’broyting’, og [hátíðarhaldið] boðar frá, at sólin hevur flutt seg inn í stjørnumerkið Veðrin.“ – Food, Feasts, and Faith – An Encyclopedia of Food Culture in World Religions.

     Høgtíðir knýttar at tilbiðingini undir Móselógini, sum varð sett úr gildi við deyða Jesusar. Bíblian sigur: „Kristus er endi lógarinnar.“ (Rómbrævið 10:4) Kristin kunnu framvegis brúka meginreglurnar í Móselógini, sum varð givin Ísrael í forðum. Men tey halda ikki høgtíðirnar í henni, serstakliga ikki tær høgtíðirnar, ið vísa fram til Messias, sum eftir kristnari trúgv longu er komin. „Hetta [eitt nú høgtíðirnar] er bara ein skuggi av tí, sum skal koma, men veruleikin er knýttur at Kristusi,“ sigur Bíblian. (Kolossebrævið 2:17, New World Translation) Við hesum í huga, og av tí at summar høgtíðir hava tikið við óbíbilskum siðum, eru høgtíðirnar niðanfyri millum tær, sum Jehova vitni ikki halda:

    •  Hanukka. Henda høgtíðin verður hildin til minni um, at jødiska templið í Jerusalem varð endurvígt. Men Bíblian sigur, at Jesus gjørdist høvuðsprestur fyri ’hinum størra og fullkomnara tjaldinum [ella templinum], sum ikki er gjørt við hondum – tað er: Sum ikki er av hesum skapningi’. (Hebrearabrævið 9:11) Fyri kristin er hetta andaliga templið komið í staðin fyri bókstavliga templið í Jerusalem.

    •  Rosh Hashanah. Hetta er fyrsti dagurin í jødiska árinum. Í fornari tíð vóru serlig offur borin fram fyri Gud henda veitsludagin. (4. Mósebók 29:1-6) Men Jesus, sum var hin lovaði Messias, fekk „sláturoffur og matoffur“ at halda uppat og gjørdi sostatt hesi ofrini ógildig í Guds eygum. – Dániel 9:26, 27.

  •   Fremur høgtíðin tvørkirkjuligt samstarv?

     Bíbilsk meginregla: „Hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi! Hvussu kann tempul Guds sameinast við avgudar!“ – 2. Korintbræv 6:15-17.

     Jehova vitni leggja sær eina við at liva friðarliga saman við sínum medmenniskjum, og tey virða, at hvør einstakur hevur rætt at velja, hvat hann vil trúgva, men tey eru ikki við í hátíðarhaldi, sum fremur tvørkirkjuligt samstarv á henda hátt:

     Høgtíðir til minni um átrúnaðarligar persónar ella hendingar, sum eggja fólkum úr ymiskum átrúnaðum til at tilbiðja í felag. Tá ið Gud í forðum leiddi fólk sítt inn í eitt fremmant land, har fólkini høvdu eina aðra trúgv, gav hann teimum hesi boð: „Tú mást ikki gera sáttmála við tey ella gudar teirra. ... Tí tá kundu tey lokkað teg ... at dýrka gudar sínar, so tað verður tær snerra.“ (2. Mósebók 23:32, 33) Tí taka Jehova vitni ikki lut í høgtíðum sum hesum:

    •  Loy Krathong. Á hesi tailendsku høgtíðini „gera fólk sær skálir av bløðum, sum tey leggja ljós ella roykilsi í og senda út á vatnið. Sagt verður, at hesir bátarnir bera óeydnu burtur. Høgtíðin verður í roynd og veru hildin til minni um eitt heilagt fótaspor, sum Budda læt eftir seg“. – Encyclopedia of Buddhism.

    •  National Repentance Day. Tey, sum halda henda dagin „eru samd um tað grundleggjandi í kristnu læruni“, segði ein embætismaður við The National, eina avís í Papua Nýguinea. Hann sigur, at hesin dagurin „er við til at fremja kristnar meginreglur í landinum“.

    •  Vesak. „Hetta er størsti buddistiski halgidagurin, og hann er til minni um, at Budda varð føddur, fekk innlit og doyði, ella kom í nirvana.“ – Holidays, Festivals, and Celebrations of the World Dictionary.

      Vesak

     Hátíðarhald grundað á átrúnaðarligar siðvenjur, sum Bíblian ikki tekur undir við. Við trúarleiðarar segði Jesus: „[Tit] hava gjørt lóg Guds til einkis við viðtøkum tykkara.“ Hann segði eisini, at teir dyrkaðu Gud til einkis, tí teir ’lærdu lærdómar, ið vóru menniskjaboð’. (Matteus 15:6, 9) Ta ávaringina taka Jehova vitni í álvara, og tí finnast nógvar átrúnaðarligar høgtíðir, sum tey ikki halda.

    •  Trettandi (Epifania, Timkat ella Los Reyes Magos). Henda høgtíðin er til minni um stjørnuspámenninar, sum komu at vitja Jesus, ella til minni um dóp Jesusar. Í sambandi við hesa høgtíðina „vórðu ávísar heidnar várveitslur kristnaðar, sum annars vóru til æru fyri teir gudarnar, ið ráddu fyri áum og streymum“. (The Christmas Encyclopedia) Timkat, ein líknandi høgtíð, „hevur djúpar røtur í siðvenju“. – Encyclopedia of Society and Culture in the Ancient World.

    •  Himmalsferðin hjá jomfrú Mariu. Tey, sum halda hesa høgtíðina, trúgva, at mamma Jesusar fór til himmals við bókstavliga kroppi sínum. Men uppslagsbókin Religion and SocietyEncyclopedia of Fundamentalism sigur: „Henda trúgvin var ókend í frumkirkjuni, og hon er ikki umrødd í Bíbliuni.“

    •  Høgtíðin fyri óspilta gitnaðinum hjá Mariu. „Læran um óspilta gitnaðin [hjá Mariu] er ikki at finna í Bíbliuni, ... [men] er ein læra, sum kirkjan sjálv hevur funnið upp á.“ – New Catholic Encyclopedia.

    •  Føstan. Sambært New Catholic Encyclopedia er henda iðranar- og føstutíðin ein siður, sum fekk fótafesti „í fjórðu øld“, meira enn 200 ár eftir at Bíblian varð fullfíggjað. Um fyrsta dagin í føstuni sigur sama uppslagsbókin: „Tann siðurin, at tey trúføstu fáa øsku øskudag, hevur verið vanligur síðan kirkjufundin í Benevento í 1091.“

    •  Meskel (ella Maskal). Á hesi etiopisku høgtíðini minnast fólk, at „sanni krossurin varð funnin (krossurin, sum Kristus varð krossfestur á) við at tendra bál, sum tey dansa um“, sigur Encyclopedia of Society and Culture in the Medieval World; ritstjórin hevur sett klombrini. Men Jehova vitni brúka ikki krossin í síni tilbiðing.

  •   Gevur høgtíðin einum menniskja, einum felagsskapi ella eini tjóðarímynd óhóskandi æru?

     Bíbilsk meginregla: „So sigur HARRIN: Bannaður er tann maður, ið ger menniskju til álit sítt, ger hold til arm sín, og hvørs hjarta víkur frá HARRANUM.“ – Jeremias 17:5.

     Hóast Jehova vitni vísa, at tey elska síni medmenniskju og eisini biðja fyri teimum, eru tey ikki við í tiltøkum ella hátíðarhaldum sum hesum:

     Høgtíðir ella tiltøk, sum geva einum stjórnara ella øðrum kendum fólkum óhóskandi æru. Bíblian sigur: „Gevið nú uppat at líta á menniskju, sum bert eiga lítlan lívsblástur í nøsini! Hvat er at leggja í tey!“ (Esaias 2:22) Tí halda Jehova vitni til dømis ikki føðingardagin hjá einum kongi ella eini drotning.

     Hátíðarhald fyri tjóðarflagginum. Jehova vitni halda ikki flaggdagin. Hví ikki? Tí Bíblian sigur: „Varðið tykkum fyri avgudunum!“ (1. Jóhannesarbræv 5:21) Kanska síggja nógv nú á døgum ikki flaggið sum ein avgud – sum nakað, fólk tilbiðja – men søgufrøðingurin Carlton J.H. Hayes skrivaði: „Fyri tjóðskaparkensluna er flaggið fremsta trúskaparímyndin og tað, sum serstakliga verður tilbiðið.“

     Høgtíðir ella veitslur fyri einum halgimenni. Hvat hendi, tá ið ein gudsóttandi maður fall á knæ fyri Pæturi ápostli? Bíblian sigur: „Pætur reisti hann upp og segði: ’Reis teg! Eisini eg eri menniskja!’“ (Ápostlasøgan 10:25, 26) Av tí at hvørki Pætur ella nakar annar ápostul vildi verða heiðraður ella hálovaður, eru Jehova vitni ikki við í nøkrum hátíðarhaldi fyri teimum, ið verða roknað sum halgimenni. Tað er millum annað galdandi fyri hesar merkisdagar:

    •  Allahalgannadagur. „Ein høgtíð til æru fyri øll halgimenni ... Høgtíðin hevur ókendan uppruna.“ – New Catholic Encyclopedia.

    •  Veitsludagur fyri jómfrúnni í Guadalupe. Hesin dagurin heiðrar „verndarhalgimennið hjá Meksiko“, sum nøkur halda er Maria, mamma Jesusar. Hon skal við einum undri hava víst seg fyri einum bónda í 1531. – The Greenwood Encyclopedia of Latino Literature.

      Veitsluhald fyri jómfrúnni í Guadalupe

    •  Navnadagur. „Ein navnadagur er veitsludagurin fyri tí halgimenninum, sum eitt barn bleiv uppkallað eftir, tá ið tað bleiv doypt ella konfirmerað,“ sigur bókin Celebrating Life Customs Around the World – From Baby Showers to Funerals. Hon sigur eisini, at „dagurin hevur sterkan átrúnaðarligan dám“.

     Politiskir ella samfelagsligir merkisdagar. „Betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á menniskju,“ sigur Bíblian. (Sálmur 118:8, 9) Fyri at onnur ikki skulu halda, at Jehova vitni í staðin fyri at líta á Gud seta sítt álit á, at menniskju kunnu loysa trupulleikarnar í heiminum, halda tey hvørki Altjóða ungdómsdagin, Altjóða kvinnudagin ella aðrar dagar, sum stuðla politiskum ella samfelagsligum átøkum. Av somu orsøk halda tey til dømis ikki Emancipation Day, sum er ein minnisdagur um, at trælahandilin helt uppat. Tey líta heldur á, at Guds ríki fer at loysa trupulleikar, sum standast av rasismu og ójavna. – Rómbrævið 2:11; 8:21.

  •   Lýsir høgtíðin eina ávísa tjóð ella etniskan bólk sum verandi betri enn aðrar?

     Bíbilsk meginregla: „Gud ger ikki mannamun, men ... í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi.“ – Ápostlasøgan 10:34, 35.

     Hóast nógv Jehova vitni eru góð við heimlandið, eru tey ikki við í hátíðarhaldi, sum á ymiskan hátt hevjar tjóðir ella etniskar bólkar upp um aðrar, soleiðis sum lýst verður niðanfyri.

     Tiltøk til æru fyri hervaldið. Í staðin fyri at eggja til bardaga segði Jesus við lærisveinarnar: „Elskið fíggindar tykkara, ... biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum.“ (Matteus 5:44) Tí taka Jehova vitni ikki lut í tiltøkum til æru fyri hermenn, sum til dømis:

    •  ANZAC Day. „ANZAC er ein stytting, ið merkir Australian and New Zealand Army Corps [herdeildir í Avstralia og Nýsælandi],“ og „ANZAC Day er so við og við blivin ein minnisdagur fyri øll, sum eru deyð í kríggi.“ – Historical Dictionary of Australia.

    •  Veterans Day (Remembrance Day, Remembrance Sunday, Memorial Day og vápnahvíldardagurin). Hesir merkisdagarnir heiðra „krígsveteranar og tey, sum eru deyð í kríggjum landsins“. – Encyclopædia Britannica.

     Hátíðarhald fyri søgu ella sjálvræði landsins. Um lærisveinar sínar segði Jesus: „Tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum.“ (Jóhannes 17:16) Hóast Jehova vitni fegin vilja læra um søguna hjá einum landi, halda tey seg frá tiltøkum sum hesum:

    •  Australia Day. Sambært Worldmark Encyclopedia of Cultures and Daily Life er hesin dagurin til minni um „tann dagin í 1788, tá ið enskir hermenn vundu flaggið á stong og lýstu Avstralia sum nýtt hjáland“.

    •  Guy Fawkes Day. Hetta er „ein tjóðskaparligur veitsludagur til minni um miseydnaðu royndina hjá Guy Fawkes og øðrum katólskum viðhaldsfólkum at spreingja Jákup kong I og [enska] parlamentið í luftina í 1605“. – A Dictionary of English Folklore.

    •  Frælsisdagar. Í nógvum londum, er frælsisdagurin „ein dagur, sum er ásettur til alment at halda ársdagin fyri, at landið fekk frælsi“. – Merriam-Webster’s Unabridged Dictionary.

  •   Er høgtíðin ella haldið merkt av ógvisligum ella ósømiligum atburði?

     Bíbilsk meginregla: „Tað er nóg mikið, at tit tíðina, ið farin er, hava gjørt vilja heidninganna – livað í siðloysi, girndum, fyllskapi, svirri, drykkjuskapi og skammiligari avgudadýrkan.“ – 1. Pætursbræv 4:3.

     Í samsvari við hesa meginregluna halda Jehova vitni seg frá øllum haldi, sum leggur upp til drykkjuskap og villar veitslur. Jehova vitnum dámar væl at hugna sær saman við vinum, og tey velja kanska at drekka rúsdrekka, men við máta. Tey royna eftir besta førimuni at fylgja áminningini í Bíbliuni: „Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!“ – 1. Korintbræv 10:31.

     Tí taka Jehova vitni ikki lut í karnevalum ella líknandi veitslum, sum leggja upp til ósømiligan atburð, sum Bíblian fordømir. Tað ger seg eisini galdandi í sambandi við jødisku veitsluna purim. Purim hevur leingi verið ein veitsludagur til minni um, at jødarnir í fimtu øld f.o.t. vórðu bjargaðir, men nú kann veitslan „meir ella minni lýsast sum jødiska svarið til Mardi Gras [eitt karneval í New Orleans] ella eina grýluveitslu“, sigur bókin Essential Judaism. Í nógvum førum „snýr tað seg um at lata seg í onkran búna (ofta menn í konufólkaklæðum), skikka sær illa, drekka nógv og larma so nógv sum gjørligt“.

 Elska Jehova vitni framvegis sína familju, hóast tey ikki halda ávísar høgtíðir?

 Ja. Bíblian lærir, at vit skulu elska og virða øll, sum vit eru í familju við, uttan mun til hvørja trúgv tey hava. (1. Pætursbræv 3:1, 2, 7) Tá ið eitt Jehova vitni ikki longur tekur lut í ávísum hátíðarhaldi, kann tað henda, at nøkur í familjuni verða særd ella firtin, ella kanska beinleiðis kenna seg svikin. Tí taka nógv Jehova vitni stig til at geva sínum skyldfólkum vissu fyri, at tey elska tey, til at greiða teimum virðiliga frá orsøkunum til sínar avgerðir og til at vitja síni skyldfólk aðrar tíðir.

 Royna Jehova vitni at forða øðrum í at halda ávísar høgtíðir?

 Nei. Tey halda, at øll sjálv mugu velja. (Josva 24:15) Jehova vitni ’æra øll’, uttan mun til hvørja trúgv tey hava. – 1. Pætursbræv 2:17.

a Henda greinin viðger ikki allar høgtíðir, sum Jehova vitni ikki halda, og hon nevnir heldur ikki allar bíbilskar meginreglur, sum kunnu gera seg galdandi.

b Í dag er 1. mai summastaðni í heiminum mest kendur sum altjóða arbeiðaradagur. Hesin merkisdagurin hevur kortini røtur í tí gamla Róm. Tú kanst lesa meira um dagin í greinini „Første maj – Betyder dagen noget for dig?“ í Vågn op! frá 22. apríl 2005, síðurnar 12-14.

c Mithra, Mithraism, Christmas Day & Yalda, eftir K.E. Eduljee, síðurnar 31-33.