Far beinleiðis til innihaldið

Ein blind kona fær svar upp á sínar bønir

Ein blind kona fær svar upp á sínar bønir

Yanmei, eitt Jehova vitni í Asia, bjóðaði sær at hjálpa eini blindari konu, sum eitur Mingjie, yvir um vegin. * Mingjie takkaði fyri og segði: „Gud vælsigni teg!“ Yanmei spurdi Mingjie, um hon hevði hug til, at tær báðar skuldu møtast fyri at tosa saman um Bíbliuna. Mingjie segði seinni, at hon hvønn dag hevði biðið um, at hon skuldi finna ta sonnu samkomuna hjá Gudi. Hví hevði hon biðið um hetta?

Mingjie segði, at í 2008 bjóðaði ein blind vinkona henni at koma við sær til eina gudstænastu fyri fólk, sum bera brek. Tá ið gudstænastan var liðug, spurdi Mingjie prestin, hvørjari bók hann las úr. Hann segði, at tað var úr Bíbliuni, Guds sannleiksorði. Mingjie kendi á sær, at hana mátti hon lesa. Hon fekk fatur á eini bíbliu á kinesiskari blindaskrift, og tað tók henni umleið eitt hálvt ár at lesa tey 32 bindini. Tá ið hon hevði lisið í Bíbliuni í eina tíð, kom hon til ta niðurstøðu, at tríeindarlæran, sum hon hevði hoyrt um í kirkjuni, er skeiv, og at Gud hevur eitt navn, Jehova.

Mingjie bleiv meira og meira skuffað av, hvussu hini fólkini í kirkjuni bóru seg at. Hon varnaðist, at tey ikki livdu í samsvari við tað, sum hon las í Bíbliuni. Tá ið tey til dømis skuldu eta saman, fingu tey blindu bara restir, meðan øll onnur fingu nýgjørdan mat. Mingjie var kedd um hesa órættvísu viðferð og fór at leita eftir øðrum kirkjum í grannalagnum. Tí var tað, at Mingjie fór at biðja Gud um hjálp til at finna sonnu kristnu samkomuna.

Av tí at Yanmei var so vinarlig, segði Mingjie ja takk til at fáa ein bíbliulestur, og seinni kom hon eisini við á møti hjá Jehova vitnum. Mingjie fortelur: „Eg fari ongantíð at gloyma fyrstu ferð, eg var á møti. Øll tóku so væl ímóti mær. Tað rørdi meg sera nógv. Hóast eg eri blind, føldi eg týðiliga, at fólk vóru kærlig og ikki høvdu fordómar.“

Mingjie gjørdi framstig og byrjaði at koma regluliga á møti. Henni dámdi serliga væl at syngja ríkisins sangir, men tað var ikki so lætt hjá henni at læra seg teir, tí sangbókin var ikki tøk á tí blindaskriftini, sum hon var von at lesa. Við hjálp frá samkomuni fór Mingjie í holt við at gera sína egnu sangbók. Tað tók henni 22 tímar at umskriva allar teir 151 sangirnar til blindaskrift. Í apríl 2018 var Mingjie við í boðanini fyri fyrstu ferð, og eftir tað var hon við í boðanini í umleið 30 tímar hvønn mánað.

At umskriva eina bók til blindaskrift krevur stórt tol

Fyri at hjálpa Mingjie fram til dóp gjørdi Yanmei eina ljóðupptøku við spurningum og tilhoyrandi bíbliuørindum, sum standa í bókini Organiseret til at gøre Jehovas vilje. Mingjie bleiv doypt í juli 2018. Hon sigur: „Tann kærleikin, sum brøðurnir og systrarnar vístu á stevnuni, ávirkaði meg nógv. Eg græt av gleði, tí nú hoyrdi eg endiliga til sonnu samkomuna hjá Gudi.“ (Jóhannes 13:34, 35) Mingjie hevur sett sær fyri at vísa øðrum sama kærleika, sum onnur vístu henni, og tí er hon farin at boða gleðiboðskapin fulla tíð.

^ par. 1 Nøvnini eru broytt.