Far beinleiðis til innihaldið

Er Bíblian broytt?

Er Bíblian broytt?

 Nei. Ein samanbering av gomlum handritum vísir, at Bíblian so at siga er óbroytt, hóast hon gjøgnum fleiri túsund ár bleiv avskrivað á tilfar, sum lætt forferst.

Vil tað siga, at eingi mistøk vórðu gjørd, tá ið hon bleiv avskrivað?

 Fleiri túsund gomul bíbliuhandrit eru funnin. Í nøkrum av teimum eru fleiri frávik, og tað vísir, at mistøk vórðu gjørd í avskrivingini. Tey flestu av frávikunum hava lítið upp á seg og broyta ikki meiningina í tekstinum. Tó eru nøkur fá týðandi frávik funnin, og nøkur av teimum tykjast at vera tilætlaðar broytingar, sum vórðu gjørdar fyri langari tíð síðani fyri at broyta boðskapin í Bíbliuni. Her eru tvey dømi:

  1.   Í 1. Jóhannesarbrævi 5:7 stendur soleiðis í nøkrum gomlum bíbliuumsetingum: „í himli, Faðirin, Orðið og Heilagi andin: og hesi trý eru eitt.“ Kortini vátta álítandi handrit, at hesi orðini ikki vóru í upprunatekstinum. Tey vórðu løgd aftrat seinni. astanda tey ikki í álítandi nýggjari bíbliuumsetingum.

  2.   Guds persónliga navn stendur fleiri túsund ferðir í teimum elstu bíbliuhandritunum. Men nógvar bíbliuumsetingar hava sett heiti sum „Harrin“ ella „Gud“ inn í staðin fyri navnið.

Hvussu vita vit, at tað ikki eru nógvar aðrar villur, sum ikki eru funnar enn?

 Í dag eru so nógv bíbliuhandrit funnin, at tað er lættari enn nakrantíð at uppdaga villur. b Hvat hevur samanberingin av hesum handritunum víst um neyvleikan í Bíbliuni, sum vit hava í dag?

  •   Bíbliugranskarin William H. Green skrivaði soleiðis um Hebraisku skriftirnar (vanliga nevndar Gamla testamenti): „Tað kann við vissu sigast, at einki annað verk frá fornøldini er endurgivið so nágreiniliga.“

  •   Um Kristnu griksku skriftirnar, ella Nýggja testamenti, hevur bíbliugranskarin F.F. Bruce skrivað: „Tekstirnir í okkara Nýggja testamenti eru væl betur prógvaðir enn nógvir tekstir hjá klassiskum rithøvundum, tekstir, sum eingin kundi funnið upp á at sátt iva um.“

  •   Sir Frederic Kenyon, ein kendur heimildarmaður í bíbliuhandritum, segði, at ein „við allari Bíbliuni í hondini óttaleysur og sannførdur kann siga, at hann heldur í Guds sanna orði, sum í øldir er givið víðari frá ættarliði til ættarlið, uttan at nakað av týdningi er farið fyri skeytið.“

Hvat annað kann geva okkum álit á, at Bíblian er endurgivin nágreiniliga?

  •   Bæði jødiskir og kristnir avskrivarar varðveittu frásøgur, sum avdúkaðu álvarsligu mistøkini, ið Guds fólk gjørdi. c (4. Mósebók 20:12; 2. Sámuelsbók 11:2-4; Galatiabrævið 2:11-14) Teir varðveittu eisini partar, sum fordøma trúloysið hjá jødisku tjóðini, og partar, sum avdúka mannagjørdar trúarlærur. (Hoseas 4:2; Malakias 2:8, 9; Matteus 23:8, 9; 1. Jóhannesarbræv 5:21) At hesir menninir avskrivaðu hesar frásøgurnar nágreiniliga, vísir, at teir vóru álítandi, og at teir virðismettu Guds heilaga orð.

  •   Er tað ikki rímiligt at hugsa, at Gud, sum innblásti Bíbliuna av fyrstani tíð, eisini hevur syrgt fyri, at boðskapurin í henni er varðveittur? d (Esaias 40:8; 1. Pætursbræv 1:24, 25) Tá ið samanum kemur, vildi hann ikki bara hjálpa fólki í farnari tíð, men eisini okkum í dag. (1. Korintbræv 10:11) Bíblian sigur: „Alt, ið áður er skrivað, er jú skrivað okkum til lærdóm, so vit, við toli og troystini, ið skriftirnar geva, skulu hava vón.“ – Rómbrævið 15:4.

  •   Jesus og lærisveinarnir siteraðu úr avskrivingum av Hebraisku skriftunum og søgdu seg ongantíð ivast í, um hesir gomlu tekstirnir vóru nágreiniligir. – Lukas 4:16-21; Ápostlasøgan 17:1-3.

a Hesi orðini standa ikki í Codex Sinaiticus, Codex Alexandrinus, Codex Vaticanus 1209, upprunaligu latínsku Vulgata, filoxenisku-harkleansku sýrisku umsetingini ella í sýrisku Peshitta.

b Til dømis eru meira enn 5.000 griksk handrit av sonevnda Nýggja testamenti, ella Kristnu griksku skriftunum, komin undan kavi.

c Bíblian lýsir ikki tænarar Guds á jørðini sum lýtaleysar. Hon sigur, sum satt er: „Einki menniskja er, sum ikki syndar.“ – 1. Kongabók 8:46.

d Bíblian sigur, at hóast Gud ikki dikteraði alt í Bíbliuni orð fyri orð, so leiddi hann tankarnar hjá teimum menniskjunum, sum skrivaðu hana. – 2. Timoteusarbræv 3:16, 17; 2. Pætursbræv 1:21.