Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

Nú fái eg hjálpt øðrum

Nú fái eg hjálpt øðrum
  • FØDDUR: 1981

  • HEIMLAND: GUATEMALA

  • FORTÍÐ: SYRGILIGUR UPPVØKSTUR

BAKGRUND

Eg eri føddur í Acul, einum fjarskotnum býi í hálendinum vestanfyri í Guatemala. Familjan hjá mær hoyrir til ixilfólkið, sum er ein etniskur bólkur, ið stavar frá mayafólkinum. Umframt spanskt lærdi eg eisini at tosa tað lokala málið. Tá ið eg var lítil, var eitt ógvisligt borgarakríggj í Guatemala. Tað vardi í 36 ár, og nógv ixilfólk lótu lív.

Tá ið eg var fýra ára gamal, spældi beiggi mín, sum var sjey ára gamal, við eina hondgranat, sum knappliga brast. Eg misti sjónina í hesi vanlukkuni, og beiggi mín doyði. Síðani vaks eg upp á einum heimi fyri blind børn í Guatemalabýi, og har lærdi eg at lesa og skriva blindaskrift. Eg veit ikki hví, men starvsfólkini loyvdu mær ikki at tosa við hini børnini, og tey í flokkinum hildu meg eisini uttanfyri. Eg føldi meg altíð so einsamallan. Men tveir mánaðir um árið slapp eg heim til mammu, og tað var tað, sum helt mær uppi, tí hon var altíð so fitt og góð við meg. Tíverri hendi tað syrgiliga, at mamma doyði, tá ið eg var tíggju ára gamal. Eg var knústur, tí eg hevði mist tann einasta persónin í øllum heiminum, sum elskaði meg.

Tá ið eg var 11 ára gamal, flutti eg heimaftur til Acul og flutti inn hjá hálvbeiggja mínum og familjuni. Tey forsyrgdu mær, men eg hevði tað ringt sálarliga, og tað fekk eingin hjálpt mær við. Av og á rópti eg til Gud: „Hví doyði mamma? Hví skuldi eg verða blindur?“ Fólk søgdu við meg, at tað var Guds vilji, og tí helt eg, at Gud mátti vera kaldur og órættvísur. Tað einasta, sum forðaði mær í at taka lívið av mær, var, at eg ikki visti, hvussu eg skuldi gera.

Av tí at eg var blindur, var eg bæði kropsliga og sálarliga sárbærur. Sum smádrongur bleiv eg kynsliga misnýttur fleiri ferðir. Eg meldaði tað ongantíð, tí eg roknaði ikki við, at nakar fór at taka sær av tí. Næstan eingin tosaði við meg, og eg tosaði ikki við nakran. Eg var einsamallur, deprimeraður, og eg hevði ikki álit á nøkrum.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Tá ið eg var 13 ára gamal, komu eini hjún, sum vóru Jehova vitni, og tosaðu við meg í einum fríkorteri. Ein lærari á skúlanum tók synd í mær og hevði biðið tey koma. Tey fortaldu mær, at Bíblian lovar, at tey deyðu skulu fáa lívið aftur, og at tey blindu skulu síggja aftur. (Esaias 35:5; Jóhannes 5:28, 29) Mær dámdi væl tað, sum tey fortaldu mær, men tað var so strævið hjá mær at tosa við tey, tí eg var ikki vanur við at tosa. Sjálvt um eg var øgiliga afturhaldin, vóru tey so fitt og tolin og blivu við at vitja meg fyri at læra meg um Bíbliuna. Tey gingu meira enn 10 kilometrar upp um eitt fjall fyri at vitja meg.

Hálvbeiggi mín fortaldi mær, at tey vóru pent ílatin, men at tað sá út sum, at tey kanska ikki áttu so nógv. Men kortini vóru tey altíð so góð við meg, og tey høvdu ofta smáar gávur við til mín. Eg hugsaði, at bara sonn kristin kundu vera so fitt og góð við onnur.

Eg kannaði Bíbliuna við lesnaði á blindaskrift. Hóast eg skilti tað, sum eg lærdi, vildu kenslurnar ikki altíð góðtaka tað. Til dømis hevði eg ilt við at trúgva, at Gud legði nakað í meg, og at onnur kundu vera góð við meg. Eg skilti, hví Jehova loyvir óndskapi í eina tíð, men eg hevði ringt við at síggja hann sum ein kerligan pápa. *

Men eg bleiv við at kanna Bíbliuna, og so við og við skilti eg, hvussu góður Jehova Gud er við okkum, og at hann blívur øgiliga keddur, tá ið menniskju verða illa viðfarin. Í 2. Mósebók 3:7 sigur Gud um sínar tænarar: „Eg havi sæð neyðina hjá fólki Mínum, … Eg veit, hvat tey líða!“ Teir góðu eginleikarnir hjá Jehova fingu meg at elska hann, og tí læt eg meg doypa í 1998 og bleiv Jehova vitni.

Saman við bróðurinum í tí familjuni, sum eg slapp at búgva hjá

Tað var torført hjá mær at koma á møti, tí nærmasta samkoman var hinumegin fjallið, har sum hjúnini, ið kannaðu Bíbliuna saman við mær, búðu. Men umleið eitt ár eftir at eg var blivin doyptur, var eg á einum skeiði fyri blind tætt við býin Escuintla. Ein elsti í samkomuni har fann út av, hvussu torført tað var hjá mær at koma á møtini. Hann hjálpti mær at fáa samband við eina familju í Escuintla, sum var Jehova vitni. Tey tóku meg til sín, og vit fylgdust á møti. Tey taka sær enn av mær, og vit eru sum familja.

Eg kundi nevnt nógv dømi um, hvussu samkoman hevur víst mær sannan kærleika. Alt hetta hevur víst mær, at Jehova vitni eru sonn kristin. – Jóhannes 13:34, 35.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Fyrr hevði eg onga vón og føldi meg virðisleysan. Nú er tað beint øvut, og nú gevur lívið meining. Sum fulltíðartænari í bíbliuundirvísingararbeiðinum hjá Jehova vitnum læri eg onnur um bíbilskar sannleikar. Tað hjálpir mær at hugsa minni um, at eg eri blindur. Eg gleðist eisini um at tæna sum elsti í samkomuni og at halda bíbilskar fyrilestrar í lokalum samkomum. Og viðhvørt havi eg enntá hildið bíbilskar fyrilestrar á økisstevnum, har fleiri túsund fólk vóru til staðar.

Eg haldi fyrilestur við Bíbliuni á blindaskrift

Í 2010 var eg á Skúlanum fyri tilnevndar tænarar (nú Skúlin fyri kristnar boðarar) í El Salvador. Hesin skúlin gjørdi meg betur føran fyri at røkja mínar uppgávur í samkomuni. Jehova kann gjøgnum upplæring gera ein og hvønn skikkaðan at hjálpa øðrum. Henda upplæringin hevur víst mær, at hann bæði virðir og elskar meg.

Jesus segði: „Sælari er at geva enn at fáa.“ (Ápostlasøgan 20:35) Í dag kann eg veruliga siga, at eg eri lukkuligur. Eg hevði ongantíð trúð tí, men nú føli eg, at eg fái hjálpt øðrum.

^ stk. 13 Fá meira at vita um, hví Gud loyvir óndskapi í kapittul 11 í bókini Hvat lærir Bíblian? sum Jehova vitni hava givið út.