Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 104

Heilagi andin – gáva frá Gudi

Heilagi andin – gáva frá Gudi

(Lukas 11:13)

  1. 1. Stóri Jehova, miskunnar faðir,

    einki hjá menniskjum er tær fjalt.

    Andin frá tær er hjálparin mikli,

    uggar, um alt tykist dapurt og kalt.

  2. 2. Menniskjum fattast dýrd tína, Harri,

    veik eru vit, falla lætt í synd.

    Bønliga biðja vit um tín anda,

    hann vísir vegin, tá vit eru blind.

  3. 3. Vónin kann svíkja, hjørtuni stúra,

    andin frá tær gevur nýggjan mátt,

    tá sum á arnarveingjum vit rísa.

    Gev okkum andan, ið fremur alt gott.