Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 130

Fyrigevið

Fyrigevið

(Sálmur 86:5)

  1. 1. Góður læt Jehova

    fyri okkum dýra bót;

    Jesus doyði fyri syndir,

    legði deyðan undir fót.

    Angra vit av reinum hjarta,

    er Guds fyrigeving vís,

    glað vit tá í Jesu navni

    kunnu bera Gudi prís.

  2. 2. Miskunn Guds vit fáa,

    tá vit gera eins og hann,

    fjala syndir hvør hjá øðrum,

    íðin verja kærleikan.

    Læra vit at virka saman,

    leggja burtur gamalt agg,

    kunnu vit sum sannir brøður

    siga himna Gudi takk.

  3. 3. Miskunn er tann dygdin,

    sum skal mennast dag um dag.

    Tá kann sinnið, ið ber hatur,

    verða broytt til annað lag.

    Um vit elska Gud Jehova,

    sum so miskunnsamur er,

    læra vit at fyrigeva,

    spegla kærleikan í gerð.