Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hví skal eg biðja?

Hví skal eg biðja?

 Ein kanning í Amerika vísir, at 80 prosent av tannáringum biðja, men at bara helvtin av teimum ger tað dagliga. Fleiri av teimum hugsa helst: ’Er bøn bara nakað, sum gevur eina góða kenslu, ella er tað meira enn tað?’

 Hvat er bøn?

 Bøn merkir, at tú tosar við tann, sum hevur skapt alt. Hugsa um, hvussu stórt tað er! Jehova stendur yvir menniskjunum í øllum, og kortini er hann „ikki langt frá nøkrum av okkum“. (Ápostlasøgan 17:27) Faktiskt nevnir Bíblian henda fantastiska tankan: „Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara!“ – Jákupsbrævið 4:8.

 Hvussu kanst tú halda teg nær til Gud?

  •   Eitt, tú kanst gera, er at biðja – tí soleiðis tosar tú við Gud.

  •   Eitt annað, tú kanst gera, er at kanna Bíbliuna – tí soleiðis „tosar“ Gud við teg.

 Eitt sovorðið tvívegis samskifti – bøn og at kanna Bíbliuna – kann hjálpa tær at fáa eitt tætt vinalag við Gud.

 „At tosa við Jehova – sum er hin allarhægsti – er ein tann størsti framíhjárætturin, menniskju kunnu fáa.“ – Jeremy.

 „Tá ið eg fortelji Jehova um mínar innastu kenslur, føli eg meg enn tættari hjá honum.“ – Miranda.

 Lurtar Gud?

 Sjálvt um tú trýrt upp á Gud og enntá biður til hansara, kann tað vera ringt at trúgva upp á, at hann veruliga lurtar. Men Bíblian sigur, at Jehova „hoyrir bønir.“ (Sálmur 65:3) Hon sigur enntá, at vit skulu ’kasta alla okkara sorg á hann’. Hví? Tí hann hevur ’umsorgan fyri okkum.’ – 1. Pætursbræv 5:7.

 Hugsa um hetta: Tosar tú regluliga við tínar góðu vinir? Tað kanst tú eisini gera við Gud. Bið regluliga til hansara og brúka hansara navn, Jehova. (Sálmur 86:5-7; 88:10) Ja, Bíblian sigur enntá: „Biðið uttan íhald!“ – 1. Tessalonikabræv 5:17.

 „Tá ið eg biði, er tað ein samrøða millum meg og mín himmalska faðir, og eg fortelji honum alt, sum eg havi upp á hjarta.“ – Moises.

 „Eg tosi við Jehova um alt, akkurát sum eg geri við mammu og mína bestu vinkonu.“ – Karen.

 Hvat kann eg biðja um?

 Bíblian sigur: „Latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!“ – Filippibrævið 4:6.

 Vil tað siga, at tað er í lagi at tosa við Gud um trupulleikar? Ja. Bíblian sigur faktiskt: „Kasta byrði tína á HARRAN! Hann skal halda tær uppi.“ – Sálmur 55:23.

 Men tá ið tú biður til Gud, mást tú sjálvandi eisini tosa við hann um annað enn trupulleikar. „Tað hevði ikki verið eitt serliga gott vinalag, um eg bara bað til Jehova, tá ið eg hevði brúk fyri hjálp,“ sigur ein ung kvinna, sum eitur Chantelle. „Eg haldi, at tað er gott at byrja við at siga takk, og eg havi nógv at takka fyri.“

 Hugsa um hetta: Hvat ert tú takksamur fyri? Royn at hugsa um trý ting, sum tú kundi takkað Jehova fyri í dag.

 „Sjálvt okkurt einfalt, til dømis ein vøkur blóma, kann fáa okkum at biðja til Jehova og siga takk.“ – Anita.

 „Royn at hugsa um okkurt í náttúruni, sum hugtekur teg, ella eitt ørindi í Bíbliuni, sum nemur títt hjarta, og bið so til Jehova og sig takk.“ – Brian.